Nýtt frá Bókadeildini

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarnabøkurnar Lítli Lávus er skitin og Lítli Lávus vil sova eftir Linne Bie, barnabøkurnar Bembla Fyllir eftir Thomas Svensson og Rok í veltuni eftir Svend Nordqvist

Lítli Lávus er skitin og Lítli Lávus vil sova eru ógvuliga fittar bøkur, ið eru prentaðar á hart papp. Lítla Lávusi dámar væl at vaska sær og gummidunnuni. Nógv er eisini at gera, áðrenn hann sleppur at sova. Marna Jacobsen týddi úr svenskum. Bøkurnar eru 12 bls. hvør og eru væl egnaðar til børn í aldrinum 0 til 2 ár.
Bemba fyllir er klaffabók um stóra dagin hjá Bemblu, tá ið øll familjan kemur í føðingardag. Hetta verður dagur, sum mamman og pápin seint fara at gloyma. Eyðna Magnussen týddi úr svenskum. Bókin er 28 bls. og er væl egnað hjá teimum 3-6 ára gomlu.
Rok í veltuni er enn ein bók um væl umtóktu Pettson og Findus. Nú er vár, og Pettson heldur, at tíðin er komin at seta eplir niður, men Findus vil heldur seta frikadellur niður. So er bara at vatna og bíða, men so verður rok, tí onkur vil oyðileggja veltuna ...
Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum. Bókin er 23 bls. og er væl egnað hjá teimum 7-9 ára gomlu.