Tað ljóðar, at enska stórfelagið Chelsea er áhugað í at seta Michael Laudrup sum venjara næsta kappingarár Sum galdandi fyri so nógvar aðrar fyrrverandi og núverandi stjørnur, so ganga altíð nógvar søgur um Michael Laudrup, sum nú venur spanska Getafe. Tann nýggjasta er, at enska stórfelagið, Chelsea, er áhugað í at seta Laudrup sum venjara eftir hetta kappingarárið.
Tað er blaðið, Mail on Sunday, ið sambært danska Ekstrablaðnum, ber tíðindi um, at Chelsea hevur følt seg fyri í Spaniu, har danin - aftan á eina torføra tíð í Getafe - hevur havt góð úrslit í seinastuni. Bæði í Cope del Rey og UEFA-kappingini.
Beint øvugt hevur gingið hjá Chelsea, sum hóast gott úrslit í Champions League fyrr í vikuni, reyk út úr FA-cup móti Barnsley, og í februar tapti finaluna móti Tottemham í hini ensku steypakappingini, Carling Cup.
Tað ljóðar, at um núverandi venjarin í Chelsea, Avram Grant, onki steyp skaffar London-felagnum í ár, helst verður koyrdur.
Mail on Sunday vísir á, at Michael Laudrup ígjøgnum Frank Arnesen, longu hevur ein sterkan sameindan í Chelsea.