12. maður vil heiðra Henrik

Mikukvøldið skal Henrik Larsen fyri seinastu ferð standa á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum í einum altjóða heimadysti.
Henrik stóð fyri fyrstu ferð á odda fyri føroyska liðnum, tá Liktenstein vitjaði á Tórsvølli tann 19. august í 2002. Ein dystur, sum Føroyar vunnu 3-1.
Og hóast talan ikki bara hevur verið um sigrar síðani tá, so er einki at ivast í, at føroysku áskoðararnir hava havt nógvar góðar løtur saman við Henrik. Ikki minst, tá hann í fyrsta undankappingardysti sínum var nær við at koppa Berti Vogts, tá Føroyar eitt skifti vóru á odda 2-0 móti Skotlandi, men eisini dystirnir móti eitt nú Týsklandi og heimadystirnir móti Frak- og Írlandi.
Nevndin í 12. manni skuldi hava fund týsdagin seinnapartin, og tó at tey enn ikki høvdu gjørt av hvat skal henda, so tykist greitt, at ein gáva skal latast.
Enn hevði áskoðarafelagið ikki sett seg í samband við Fótbóltssambandið, men vónin er í øllum førum, at tað skal bera til at gera hetta undir dystinum mikukvøldið. Antin undan dystinum, ella í hálvleikssteðginum.