Sosialistarnir verða sitandi

Sosialistiska stjórnin í Spania hyeldur fram aftan á valið í gjár, sum hon vann

Tá sosialistarnir vunnu spanska tjóðartingsvalið fyri fýra árum síðani, vildi andstøðan vera við, at teir vunnu orsakað av misnøgd aftan á tær ógvusligu spreingingarnar í Madrid.

 

-Sponsku veljararnir hava víst, at teir lata seg ikki kúga av hóttanum frá ETA ella ræðusøgum frá andstøðuni, segði José Luis Rodriguez Zapatero, floksformaður og forsætisráðharri, tá tað var vorðið greitt, at hann og flokkur hansara høvdu vunnið valið í gjár.

 

Flokkurin hjá Zapatero, PSOE, fekk 169 tinglimir. Tað eru fimm fleiri enn á seinasta vali, men kortini ikki nóg mikið til at fáa meiriluta í tinginum, sum hevur 350 limir. Tann stóri borgarligi andstøðuflokkurin, PP, hevði eisini framgongd. Flokkurin fekk seks tinglimir afturat og hevur nú 154.

 

Sosialistarnir skulu tí hava stuðul frá minst einum flokki til at halda fram í stjórnini. Eins og í undanfarna valskeiði fer flokkurin at royna samstarv við teir smáu flokkarnar á vinstravonginum, men teir viknaðu í gjár. Eitt nú fekk tann gamli og søguríki kommunistaflokkurin bara tríggjar tinglimir. Tí noyðist Zapatero helst eisini at leita sær stuðul frá tí tjóðskaparliga flokkinum í Katalania, CiU, sum hevur 10 tinglimir.