rætta upp á tað, sum var illa lagt á framanundan. Nú er so støðan hendan um tú koyrir úr Nesi, og ætlar tær á Tvøroyri ein túr: Tú koyrir við loyvdari ferð og fær eina kenslu av at verða á sjónum í sjaskveðri [...] roynt at bøta um feilin við at høvla tað nýggja lagið av aftur báðu megin við. Komin longur heim um brúnna er áður nevndi kantur mitt á vegnum so høgur, at ein ikki eigur at royna ar fara yvir um hann við vanligari [...] vanligari ferð um ein er á 2 hjólaðum akfari, tað kann blíva tín seinasta gerð her á foldum. Tá tú so kemur niðan eftir Gøtuteiði, fer tú at undrast, hví bara helvtin av vegnum er asfalterað. Jú, júst
Tað ringasta er kanska, at vit slatra so illa. Eg veit ikki, hvat feilar okkum her í býnum, men øll fáa alt við, og øll snakka um øll. Og gert tú nakað býtt, verður tað samrøðuevnið allan næsta mánaðin [...] eru tey eisini góð við meg. Men fært tú tær djór, skalt tú eisini taka tær ordiliga av teimum og vita, at tey liva leingi. Onki kann gera meg so óðan, sum tá eg hoyri um fólk, sum bara sleppa sær av við djórið [...] tað siga at vera bygdasligur? Um tað er, at vera serliga góður við sína bygd, so mást tú gjarna kalla meg tann allarbygdasligasta í býnum, sigur Ansvein. Skúlatíðin Sjálvt um Ansvein altíð hevur trivist
kappingar av ymiskum slag ? kappróður, kapp-sigling á vatnscootara (var tað nakað vit skuldu roynt??), fótbóltur osv. ? og so var veitsla um kvøldið ? og tað var veitsla við lýt. Tá ið seinni segði pápa mínum [...] alt summarið. Men nú skuldu teir sleppa at uppliva eina lokala ólavsøku ? í Klaksvík. Tá ið eg fyri nakað nógvum árum síðan var í Íslandi ? í Húsavík ? fyrsta vikuskifti í juni ? upplivdi eg, at íslendingar [...] úr Íslandi ? frá »sjómannadegnum« ? og at tað skuldi verða fyrsta vikuskiftið í juni á hvørjum ári. Um norðoyastevnuna skrivaði Hákun Djurhuus, sáli, ið var við til at skipa fyri fyrstu norðoya-stevnu,
skal tú vera ein partur av lívinum, verður tú eisini ávirkaður av tí. Tað er jú menniskjaligt, og soleiðis skal tað eisini vera. Tú kanst ongantíð vera púra vísur í, at tú er á rættari kós, um tú ikki [...] einasti mátin, tú kanst mennast sum menniskja, sigur Kaj Magnus. Ger ein mun Men ein slík lívsfilosofi treytar jú bæði, at tú hevur eitt sterkt ynski um at vera nakað fyri onnur, og at tú trýrt uppá, at [...] hugsjónin um, at tað ber til at fáa fólk úr øllum heimsins tjóðum og kristnu rørslum at arbeiða saman um eitt felags aðalmál: at fara út um alla verðina at boða Guds orð og soleiðis vera nakað fyri onnur
endað uppi á tekjuni hjá Cafe Natúr! Komst tú út úr cafeini, var eitt at gera: renna fyri lívinum, vildi tú ikki hava eitt áttamannafar um oyruni. Og mín sann um ikki ein tristur var at sjá á veg fram við [...] broytist á mansins ævi. Hinvegin veit eg um tvey, sum eru ovurfegin um allar bilarnar, sum so við og við koma afturat í miðbýin: Parkeringsvørðarnir! Teir gníggja sær um hendurnar og skriva bøtur eins skjótt [...] Vág og Tinganes. Vit vóru fegnar báðar. Fegnar um, at Jógvan hevði tikið skilagóðu avgerðina at lata Tinganes fáa frið. Tá eg hugsi um greinina í Sosialinum um júst hetta málið, kann eg ikki lata vera við
at verða betri fyri, enn teir voru hesa ferð. Eg veit, at teir umborð á Kvívíkingi ikki fóru í bátin fyrrenn Flaggdagin, og at teir ikki høvdu vant nakað serligt, áðrenn teir fóru í bátin. Vit hava vant [...] Kappróður Flaggskipið hjá Argja Róðrarfelag er Argjabáturin. Tað er eingin ivi um tað. Í níti árnum vann Argjabáturin glæsiligar sigrar. Frá 1991 og fram til og við 2000 vóru teir sjey ferðir meistarar [...] soltnari. Í fjør var Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag einaráðandi, meðan Argjabáturin kappaðist við Kvívíking um næstfremsta plássið. Men nú tykist tað vera møguleiki fyri, at Argjabáturin rættuliga skal koma fyri
løttum, hóast hann ongantíð hevur stríðst fyri stjórasessinum. Í summum førum er nakað um hesar søgur, men kortini veit eg um fleiri dømi úr Jútlandi, har eg eri ættaður, at stjórasynirnar ikki sleppa fram [...] rættiliga áhugavert rák, greiðir hann frá. Um hetta rák kemur á okkara leiðir er ilt at spáa um, men hvør veit, kanska koma Mohrarnar og familjan Restorff undan kavi um nøkur ár og setast aftur á Tórshavnar [...] Vanliga verður tosað um, at abbabørnini at stovnsetaranum av fyritøkunum hava torført við at semjast, og ymisku áhugamálini hjá abbabørnunum ger, at tey hava torført við at standa saman um fyritøkuna, sum familjan
hava fingið fráboðan um heimapartar. Og skilabest hevur sýslumaðurin so hildið verið at fáa hetta av vegnum, meðan nátt enn var, og feðslan ikki var rættiliga byrjað. Tí hann veit sum er, at tá tað fer [...] at skera tvørturum. Eitt sindur ósamdir eru teir um, hvussu breitt hann skal skera, men tað endar vanliga við eini rímiliga breiðari ál, sum viðhvørt, um hvalurin er stórur, er so passaliga mannbar, tá [...] heraðshornum. Menn sum kennast væl eru í fylgi, aðrir, sum ikki hava hitst í áravís, heilsast og tosa um hetta og hitt. Menn eru spentir. Hvussu man fara at hilnast? Frætt er, at fongurin er rímiliga stórur
Sannleiksvirðið í søguni hjá Dagmari er sjálvsagt ivasamt, tí søgnin um Rannvu er eini 600-700 ára gomul. Tá ið tú skrivar skaldsøgu, hevur tú fríar ræsur. Tað er bert hugflogið, sum setir avmarkingarnar. Søgan [...] hendingar og persónar, sum nú einaferð passa til tað, ið tú vilt hava burtur úr søguni. Sum skilst á søgukønum, blandar Dagmar í skaldsøguni um Rannvu ymisk viðurskifti í ymiskum tíðarskeiðum saman. Fara [...] Rannvu við barn. Dagmar valdi helst at skriva sína egnu søgu um Rannvu, eins og Oddvør Johansen í nýggjari tíð valdi at skriva sína egnu barnabók um skotsku prinsessuna í Korndali í Nólsoy. Í Skúvoyar Søgu
teir teir, nú arbeiða uppá. Fyrr var tað fý, fý um danskir politikarar søgdu sína meining um fullveldis-sirkussið. Nú fara teir sjálvir niðir fyri biða um stuðul til síni seru sjónarmið. Hetta hava bæði [...] hvassa stíl í tjaki og er sera vitandi um Føroya politisku søgu. Kanska ein tann kønasti á hesum øki. Tað man vera politiskt pínufult at blíva álaður sundur av Virgari. Um mín egna lítla persón skal eg einki [...] konferensu. Tað er einki undirgravandi virksemi ella landsskaðiligt í tí at fáa fólk at siga sína meining um tað, sum tey kanska hava forstand uppá. Og at fáa danskarar og onnur at lurta, og kanska blíva klókari