Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
?????????????
Eg havi gingið ein túr. Ein ordiliga laaaangan túr. Hugsaði at eg skuldi fara út á "krossin" og so ganga heimeftir Marknagilsveg-num. Komin áraka Handilsskúl-an fekk eg tað geniala hugskotið at fara av vegnum og niðan í hagan móti Oyggjarvegnum. Herligur túrur. Kára Olsen og Crescendo í oyranum og so niðan á. Tíverri gloymdi eg, at eg var í hvítum kondiskóm, sum er fínasta slag, gongur tú á asfalti. Komin niðan á ríðingarbreytina varnaðist eg, at skógvarnir vóru ein heil symfoni í brúnum. Helt annars, at eg hoppaði lætt og elegant frá túgvu til túgvu, men tað havi eg eyðsæð bara billað mær inn.
Rætt gjørdi eg at velja "túgvurutuna", tí komin nakað oman eftir Oyggjarvegnum hitti eg eina hugfarsliga havnarkonu, sum eisini var farin ein gongutúr í góðveðrinum. Vit hava hitst og fylgst niðan gjøgnum býin fyrr. Her er talan um stak fryntliga og hugnaliga konu, og er nøkur, sum er góð við Havnina, er tað júst hon. Skilagóð, sum hon er, duldi hon ikki fyri, hvussu dansiterandi firtin, hon var inn á, at Norrøna liggur har, hon liggur, og at Smyril kanska eisini skal kroystast inn, har Ritan hevur atløgupláss. Eg skundaði mær at siga henni, hvussu samd eg var, og at eg slettis ikki skilti, at nakar (maður) var førur fyri at fáa eitt hugskot, sum var so fullkomiliga burtur úr vón og viti sum júst hettta. Og at Tinganes ofta kom mær til hugs, serliga eftir at Tórshavnar Kommuna hevði sent faldara í hvørt hús, har tú millum allar møguligar ætlanir ? grønar sum ikki grønar ? eisini kundi lesa, at ætlanin við Smyrli á Bursatanga við spreingingum og dýpingum mestsum varð komin undir land. "Fornminnismyndugleikarnir vóru ikki so fegnir", skriva teir í faldarar-um, men tað mundi fara at ganga kortini, tí tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at: Við Bursatanga skal Smyril hava atløgupláss." Soleiðis stóð skrivað.
Vit vóru so firtnar so firtnar og lovaðu hvørjari aðrari, at um landsstýrismaðurin í mentamálum tók undir við ætlanunum, fóru vit at savna undirskriftir. Indignatiónin var øgilig.
Gloymdi at fortelja henni, at eg, einaferð, eg var í Norðurlandahúsinum saman við Ásvør, hitti Óla Breckmann. Haldi, eg havi nevnt hetta "treffið" fyrr í onkrari grein. Sama ger. Tit fáa her ein eitt sindur øðrvísi, kanska eitt sindur víðkaðan, variant.
Óli var tíðindafróður sum altíð, og vit royndu at fáa okkurt hissini pipp inn í millum hansara orðaflóð, sum kom við ótroyttiligari megi. Vit tosaðu eisini um Norrønu, sum júst varð komin til landið, og eg, spontan sum eg eri, skeyt í spølni upp, at vit bæði, Óli og eg, kundu leinkja okkum føst niðri á "Barbaru-vippuni", nú søguliga vippan er á "vippuni" so at siga, og gera okkara heilt egnu "Norrøna og Smyril burtur frá Tinganesi happening". Eina løtu sá tað út, sum um Óli helt, at eg var ein nýfunnin, uppafturstaðin leivd frá trýssara- Femøleguni í føroyskum hami og ikki ein heilt vanlig føroysk havnarkona. Hann var heilt forfardur. Fekk ikki lippufelli kortini, men minti okkum á tignina og tílíkt, og at hetta slettis ikki fór at bera til. Denn tign, denn tign. Á, ja. Eg skemtaði bara.
Ná. Aftur til Oyggjarvegin og havnarkonuna. Nú var betri lag á okkum báðum henda várliga páskadag. Alt gjørdi landsstýris-maðurin í mentamálum. Hann er einki minni enn ein knassi.
Ikki er frítt, at eg havi filosofer-að eitt sindur um, at júst Jógvan gjørdist landsstýrismaður í mentamálum. Í Tobbasa tíð sum mentanarbabba hekk Che Guevarra á bróstinum í MMR. Nú hongur relieff av Victor Danielsen. Og abbasonurin, sum eisini valdi læraraútbúgvingina, er nú "ypperstur" hjá m.a. fólkakirkjuni og lærarunum. Á ja. Mangt er løgið í hesi verð. Nú sveimi eg nakað - tað er gott viðhvørt.
Vit stóðu eina løtu við gamla grótbrotið og hugdu út á havnarøkið, har Norrøna lá, og sjálvandi datt prátið aftur á Eystaru Vág og Tinganes. Vit vóru fegnar báðar. Fegnar um, at Jógvan hevði tikið skilagóðu avgerðina at lata Tinganes fáa frið. Tá eg hugsi um greinina í Sosialinum um júst hetta málið, kann eg ikki lata vera við at undrast á, hví okkara kosnu menn ætla at vera so blíðir við suðringarnar, at teimum ikki tørvar at fara av Smyrli, tá teir skuldu keypa sær silvur til føroysk klæðir ella kanska einar nýggjar brillur. Teir fara bara aftur í hekkuna, og so siga teir við Sunnivá ella brillumannin, hvat teir skulu keypa. Tí Smyril fór at vera hálvur inni hjá N.L.Arge! Nú stúrsar tú óivað við og heldur, at eg eri blivin í ørviti, tí hvørt mansbarn veit, at brillumaðurin, sum tann 1. juni í tí Harrans ári 1808 proklameraði:"Læg jer ned børn og stræk gevær" á skansanum og fekk okkara forfedrar at rista í brókunum, er farin handan sýnina fyri langari tíð síðani. Brillumaðurin, eg meini við, er av allarfittastu fólkum og ger ikki haltari hønu mein, tori eg at siga. Hann er við hepnari, proffessionellari hond kreeraður í hesi øldini. Ingvør og hini í Stephanssons Húsi, sum eisini eru næstu grannar hjá N. L. Arge, hava staðið fyri tillagingini og tíðarhóskandi brillumans-dáminum. Og væl er kreerað. Hann riggar!
Nú kom eg burtur frá Smyrli. Ikki um at tala, tá Smyril fór at leggja frá bryggju. Ein starvsfelagi hjá mær helt, at tá hevði verið slíkur glymur dansur og skúman, at smábátarnir fram við Trygd ikki høvdu ligið tryg(d)t longur, men høvdu endað uppi á tekjuni hjá Cafe Natúr! Komst tú út úr cafeini, var eitt at gera: renna fyri lívinum, vildi tú ikki hava eitt áttamannafar um oyruni. Og mín sann um ikki ein tristur var at sjá á veg fram við Quillingsgarði við kós móti Amtmansgarðinum, framvið Niels R. Finsen?sa nasadjarvu krokus og smædnu snjóklokkum og við fullari ferð inn til allar páskaliljurnar hjá Birgit. Okay, okay. Seinasti setningurin bleiv kanska nakað langur, tí eg geri eitt sindur av her, má eg viðganga, um enn treyðugt, men tað skal til við hvørt.
Hetta fær meg at hugsa um Aprílsøguna hjá SvF í fjør, tit minnast, har alt skuldi leggjast undir heilt, so parkeringsøki kundi fáast til bilarnar hjá Norrønu, og Café Natúr skuldi flytast í "en god sags tjeneste". Eg minnist, hvussu ill eg bleiv, blóðtrýstið fór upp á 200, og eg mundi brostið av berari indignatión. Men tað allar syrgiligasta man vera, at vit uttan at blunka trúðu, at hetta ætlaðu okkara lokalu politikarar. Kanska hevur okkurt tryggingar-starvsfólk trúð sjónvarpssøguni eins og eg gjørdi, og hevur fegnast um at sleppa at parkera beint uttan fyri høvuðsdyrnar hjá arbeiðsplássinum, nú Gunnar hevur savnað alt tryggingarvirksemið undir sítt veingjarbreiði á Kongabrúnni. Tað hevði nú verið ordiliga snilt hjá starvsfólkunum ístaðin fyri sum nú: Tey, sum búgva í eysturbýnum parkera í vesturbýnum, og tey sum búgva í vesturbýnum parkera í eysturbýnum, og so ganga tey øll eina hálva míl, (tað er óført) hittast á Kongabrúnni og skunda sær síðani inn til Gunnar! Annars helt eg, at alt var so deiligt undir rustfríum stáli uppi á Hálsi við nógvum parkeringsplássum, men nú er alt eyðsýnt nógv betur undir termoglasi á Kongabrúnni við næstan ongum parkerings-plássum. Mangt broytist á mansins ævi.
Hinvegin veit eg um tvey, sum eru ovurfegin um allar bilarnar, sum so við og við koma afturat í miðbýin: Parkeringsvørðarnir! Teir gníggja sær um hendurnar og skriva bøtur eins skjótt, sum flakið fer eftir transportbandinum á Fiskavirking. Nú fara tey bæði at gera eitt ordans hál. Vænti, at onkur verður ikki bótarfør-/ur.
Kanska verður hálið so stórt, at ráð verða at mála løgreglustøðina í Jónas Broncksgøtu sum sær heldur forharmað og slitin út. Gangi framvið henni hvønn morgun á veg til arbeiðis. Har er sjón fyri søgn. Hon minnir meg ikki sørt um tíðina áðrenn faktorkremini, tá tú skoldaði teg korkareyða og húðin var í álum. Kanska verður alt so ljósareytt og nýmálað, tá løgreglan í Vágum verður flutt til Havnar. Men tað er so ein heilt onnur søga.










