Jón Næs
Hvalba
???????????
Vil við hesun loyva mær at spyrja avvarðandi myndugleika um møguleikan at sleppa bíligari í veggjaldi fyri bilin, ella at fáa stuðul til at skifta bilin út oftari. Her er ein lítil frágreiðing sum verdur løgd til grund fyri umbøn míni.
Eg búgvi í Suðuroy, ella neyvari, í Nesi í Hvalba. Fyri sløkum ári síðani komu menn frá LV at leggja nýtt asfalt á landsvegin frá Kolavegnum og út í Nes. Hetta gleddu vit okkum til, tí vegurin var í ringum standi. Forarbeiðið var gørt, so sum at høvla av vegnum inn móti rulluportrunum, hækka vegin onkustaðni o.s.f.
Tá arbeiðið byrjaði, sá tað gott út, men sum frá leið sást, at alt var ikki í lagi, tað var óslætt, og ein kantur mitt eftir vegnum. Menninir frá LV gørdu tó eina hjálparleysa roynd at gera arbeiðið liðugt við útgerðini sum hon var. Hetta lat seg ikki gera, so útgerðin bleiv send til umvælingar. Tá alt var í lagi« aftur, bleiv byrjað aftur har slept var, við nøkulunda sama úrsliti, og uttan at rætta upp á tað, sum var illa lagt á framanundan.
Nú er so støðan hendan um tú koyrir úr Nesi, og ætlar tær á Tvøroyri ein túr: Tú koyrir við loyvdari ferð og fær eina kenslu av at verða á sjónum í sjaskveðri umborð á skjóttgangandi báti, soleiðis sum bilurin kastast aftur og fram og til síðis, og av hyljunum sum eru, tá vátt er í veðrinum. Tú kemur til tað næsta rulluportri á vegnum, og í tí at bilurin kavar niður í tað, fær ein kensluna av, at júst hava byrjað ferð sína til Jarðarinnar hjarnu. Hetta kemst av tí, at teir ikki høvlaðu nokk av vegnum framanundan, men teir hava síðani roynt at bøta um feilin við at høvla tað nýggja lagið av aftur báðu megin við.
Komin longur heim um brúnna er áður nevndi kantur mitt á vegnum so høgur, at ein ikki eigur at royna ar fara yvir um hann við vanligari ferð um ein er á 2 hjólaðum akfari, tað kann blíva tín seinasta gerð her á foldum.
Tá tú so kemur niðan eftir Gøtuteiði, fer tú at undrast, hví bara helvtin av vegnum er asfalterað. Jú, júst sum asfaltarbeiðið var liðugt bleiv avgørt at breiðka vegin. Úrslitið bleiv, at ta sum bleiv lagt á verandi veg, er so gott sum farið fyri skeyti, meðan tann nýggi parturin av vegnum enn ikki er liðugur, og er hetta strekkið tí sera ófantaligt at koyra eftir.
Komin niðan hálva brekkuna er tó vegurin breiður og góður við miðlinju og øllum, sum í útlondunum. Men hetta broytist brádliga bert fáar 100 metrar longur uppi. Tað tú her sær, er meinlíkt einari av mongu skemtimyndunum, ið eru at finna á alnótini. Mitt í øllum blívur vegurin smalur aftur á einum strekki, sum bert er fáar metrar langt. Hetta kemst av, at tað var eitt rulluportur á staðnum, men hetta bleiv flutt longur niðan í brekkuna fyri meir enn 20 (skrivað) tjúgu árum síðan, men vegurin har gamla portrið var, hevur enn ikki fingið somu breidd sum vegurin báðu megin við.
Komin niðan um hetta byrjar at síggja betur út, nú kann ikki verða meir at finnast at. Bilurin fær meiri ferð, men knappliga kastar bilurin sær á, fyrst lyftist í vinstru síðu, so í høgru. Hvat ólukkan var hetta, klárar tú at hugsa áðrenn bilurin kastar sær á aftur, men í øvugtari rafylgju. Tú tekur hetta sum ett tekin aðrastaðni ífrá um, at ferðin kanska var ov nógv og velur at taka frá. Men skjótt sæst, hvat er á vási, vegurin er jú skrædnaður fleiri staðir.
LV hevur roynt at bøta um skaðanar við at høvla kantarnar niður, men hendan loysnin gongur ikki longur, tí har er ikki so nógv asfalt eftir, og tað er jú skomm um steinsetingin kemur undan aftur. Tí er valið at lata standa til so leingi eitt akfar í hampuligum standi klárar forðingarnar fyri egnari maskinu, áðrenn nakað meir verður gørt.
Eftir at tú hevur vunnið á kolavegnum, gongur ferðin gjøgnum tunnilin, tann fyrsta í Føroyum, við bert einari koyribreyt sum mátar 2,5 metrar, og 3,2 metrum til loftið. Tað er ikki ringt at hugsa sær, at her manglar nokk so nógv í at fáa akfør, sum nærkast teimum loyvdu 4 metrunum í hædd at sleppa ígjøgnum. Læs herfyri í bløðunun at tunlarnir á Borðoynni ikki eru tíðarhóskandi longur, eg skal ikki mótmæla tí, og at mælt verður til at fara í gongd við nýggjan tunnil beinan vegin. Hví ikki byrja við tí elsta tunnlinum fyrst, tað vildi í mínari verð verið skilabest, í hvussu er tá ein sær tørvin her.
Hendan frágreiðingin er un strekkið, eg sjálvur koyri mest, men eg veit, at standurin er ikki nógv betur í restini av oynni, eg vil tó lata onnur fáa høvi til at koma nærri inn á hesi økini.
Eg vænti tó ikki at fáa svar, ei heldur stuðul til veggjald ella nýggjan bil, eg havi tó roynt.
Eitt annað, vit tó kunna royna her suðuri, er at gerða nakað við »okkara« menn á tingi. Tað sær út til at flestu av teimum vísa sína tøkk fyri atkvøðurnar við at flyta av oynni, og harfrá reka landspolitikk fyri alt landið, uttan Suðuroynna. Eg vil siga, at tað er rættiliga nógv meiri veiggj í politikkarunum í Norðoyggjum, bara hygg í bløðini og hvat teir fáa av skafti har norði, teir vilja sínum veljarum tað besta. Millum annað kundu vit skift um politikarar við norðingar eina tíð fyri at fáa gongd á aftur her suðuri. Tað verður ikki lætt, men um vit til dømis bjóða teimum eina avtalu sum varir eitt ár, hvar teir fáa allar okkara menn, og at vit afturat landa einar 40 - 50 ísfiskalastir í Klaksvík hetta árið, tá ganga teir helst við til at lata okkum ein av teirra monnum, um enn ikki hálva tíð, tað kann bara blíva betri.