Norðoystevnan ? »okkara ólavsøka«

Fyrsta norðoyastevnan varð hildin í 1936. Orsøkin var, at menn vildu, at okkara sjófólk skuldu uppliva eina stevnu ? eina »fest« ? nú teir vóru komnir aftur av Suðurlandinum ? og áðrenn teir fóru til Grønlands. Tí fáur av teimum mundi fara at verða heima á ólavsøku

Jógvan E. Ósá
????????????

Norðoyggjar og Klaksvíkin hava altíð verið nær knýtt at sjóvinnuni ? og nógvir av av okkara monnum vóru burtur alt summarið.
Men nú skuldu teir sleppa at uppliva eina lokala ólavsøku ? í Klaksvík.
Tá ið eg fyri nakað nógvum árum síðan var í Íslandi ? í Húsavík ? fyrsta vikuskifti í juni ? upplivdi eg, at íslendingar hildu »sjómannadag« ? fyrsta leygardag í juni.
Tá koma øll skip ? sum kunnu tað ? inn at halda veitslu ? tí tað er »teirra« dagur ? meira enn 17. juni, tá ið tjóðardagur íslendinga er.
Og tað var stuttligt at uppliva hettar. Íslendingar smæðast ikki burtur, tá ið tað kemur til veitslulag ? og dagurin var sera áhugaverdur og stuttligur.
Har vóru kappingar av ymiskum slag ? kappróður, kapp-sigling á vatnscootara (var tað nakað vit skuldu roynt??), fótbóltur osv. ? og so var veitsla um kvøldið ? og tað var veitsla við lýt.
Tá ið seinni segði pápa mínum frá hesum, segði hann, at hann helt, at klaksvíkingar ? teir ið skipaðu fyri fyrstu norðoyastevnuni ? høvdu fingið hettar hugskotið júst úr Íslandi ? frá »sjómannadegnum« ? og at tað skuldi verða fyrsta vikuskiftið í juni á hvørjum ári.
Um norðoyastevnuna skrivaði Hákun Djurhuus, sáli, ið var við til at skipa fyri fyrstu norðoya-stevnu, í Norðlýsinum:
»Summar og stevnur hoyra saman. Summarsins mjúka lot, sveipandi mjørkatám og tær gróðrardimmu líðir, døggtungar í morgunroðanum er kransurin, ið náttúran hevur gjørt stevnum frá fyrndini av, og í mannabørmum hevur hon eisini lagt tráan, ið føst er bundin av hesum summarins vakurleikum, og kann njóta teir.
Norðoyastevnan er ein slík stevna, ið grundar á forfedranna kappingarstevnum, har teir komu saman til ítrótt og leik, hvar ætt hitti ætt og vinir funnust.
Ætlanin er at gera hana til summarstevnu eisini fyri allar teir Føroya synir, ið mugu rýma frá tí føroyska summarinum. Gera hana til eina hugnaliga løtu áðrenn skilnaðin, eina løtu, ið minnst kann vera á, tá sjóbardir menn, troyttir av sleipi, venda huganum heim aftur at heimlandinum, og vónandi kemur hetta at eydnast«.

Ta fyrstu norðoyastevnu var keðiligt veður norðoyastevnuaftan ? við regni og vindi ? men norðoyastevnudag var gott veður við sólskini. Og KÍ, sum altíð tabti ímóti TB, spældi ímóti TB hendan dag og vann 2-1. So tað var dagur í viku.
Pápi mín, ið doyði í 1999, segði, at hann minnist ta fyrstu norðoyastevnuna sum rættuliga strævna. Hann róði kapp norðoyastevnuaftan og spældi á 1. liði hjá KÍ norðoyastevnudag. Men tá dysturin var liðugur, var stuttligt at vera KÍ-ari og klaksvíksingur.
Tað verður nógv gjørt burtur úr ólavsøkuni ? og alt gott um tað. Men hvat hava teir meira enn vit?? Jú, teir hava ein bisp í fínasta skrúð ? eitt løgting, ið verður sett og Frelsunarherin á Vaglinum. Eg minnist onki meira. Basarin hjá nonnunum er, so vítt eg veit ikki meira ? so hvat er alt hettar reypið?? Áh, jú, so hava teir steypuni, ið skulu handast ? og tað tekur »100 ár«. Tað mugu teir gjarna eiga.
Nei. Lat teir eiga ólavsøkuna. Bara eg sleppi at eiga norðoyastevnuna ? og norðoyingar saman við mær. Og gestir skulu verða vælkomnir. Bara teir ikki taka hana frá okkum.
Eg gleði meg til at halda norðoyastevnu 2004. Gerð tú ikki tað?? Hon er næst eftir jólaaftan.
Góða norðoyastevnu!