Tvey sjálvmál, Sjúrður Skaale

»Hovedet på blokken«, sum ráðstevnan á Christiansborg tann 25. mai. 2004 kallaðist, hevur skapt eitt óført orðaskifti og tjak.

Rolf Guttesen
14. juni 2004
????????????

Lat tað vera sagt beinan vegin, at eg meini at tað er heilt í lagi at halda eina slíka konferensu. Tað er einki undirgravandi virksemi ella landsskaðiligt í tí at fáa fólk at siga sína meining um tað, sum tey kanska hava forstand uppá. Og at fáa danskarar og onnur at lurta, og kanska blíva klókari.
Tað er eingin vandi fyri, sum Eilif Samuelsen í viðmerking 04.06.04 sigur, at "indoktrinera danskar politikarar". Marianne Jelved, Frank Jensen og Thulesen Dahl eru alt ov klókir politikarar til at lata seg indoktrinera av sovorðnum.
Men so má tjóðveldisflokkurin eisini taka politisku konsekvensirnar av tí mátanum teir teir, nú arbeiða uppá. Fyrr var tað fý, fý um danskir politikarar søgdu sína meining um fullveldis-sirkussið. Nú fara teir sjálvir niðir fyri biða um stuðul til síni seru sjónarmið. Hetta hava bæði Jóannes Eidesgaars og Bjarni Djurholm víst á.

Sjúrður Skaale var nakað kvikur, hesuferð!
Sjúrður Skaale roynir viðmerking 08.06.04 í Sosialinum: "Er Jan Müller blivin klikkaður?" at hava at blaðstjóranum Jan Müller, sum bæði blívur kallaður blindur og politiskur fanatikari.. Jan verður lagdur undir at hótta fólkaræði. Eg haldi hatta vera eina heilt skeiva meting av Jan.
Men Sjúrður, sum royna at leggja monnum lag á, hvussu man skal diskutera á rættan og sámiligan hátt, ger beinanvegin tvey sjálvmál. Sjúrður sigur: "Nógv av hesum kritikki - td. frá fólki sum Virgar Dalsgaard og Rolf Guttesen - er sjálvsagt ikki verdur at gera viðmerkingar til."
Í fyrsta lagi: Hann fer eftir manninum og gloymir bóltin. Virgar hevur sín serliga, hvassa stíl í tjaki og er sera vitandi um Føroya politisku søgu. Kanska ein tann kønasti á hesum øki. Tað man vera politiskt pínufult at blíva álaður sundur av Virgari. Um mín egna lítla persón skal eg einki siga, eg eri bæði deyvur og dulur.
Tað, sum er sera keðiligt, er at hesin hugburður útilokar sjónarmið, tí at tey eru borin fram av einum Dalsgaard ella Hansen, einum sambandsmanni ella indre-missiónara, einum sosialisti ella post-modernisti, kundi tað verið. Ert tú av tí slagnum, hevur tín meining pr. definitión ongan týdning.
Har næst: Rolf Guttesen hevur ikki kritiserað ráðstevnuna á Christiansborg. Eg var ikki har. Men eg hoyrdi Hermann Oskarsson í Danmarks Radio. Hetta var um morgunin týsdagin 25. mai 2004 kl 7.02 á program 2 í stuttari tíðindasending. Hetta er also sama dag sum ráðstevnan, men fleiri tímar áðrenn teir settu á har inni á Christiansborg.
Herman segði við egnari rødd nakrar fáar setningar, sum eg skrivaði niður alt fyri eitt. Teir vóru prentaðir í viðmerking míni í Sosialinum 26.05.04 á síðu 12. Hermann hevur mær vitandi ikki havt nakra rætting til innihaldið.
Eg skal endurtaka hansara orð:
"Færingerne ved ikke, hvad de skal bruge bloktilskuddet på 1 milliard kroner til; så det er bedst at fjerne det helt.
De ved ikke hvad bloktilskuddet skal bruges til, og derfor eksporteres det videre til udlandet.
Nogen gange er der for lidt, men andre gange er der for meget.
Det kan slet ikke styres."

Hetta er skrivað eftir minninum. Er tað skeivt, kann Hermann rættað tað. Sjálvandi veit eg, at setningarnir eru kliptir saman av einum longri práti, men hetta eru vilkorini, tá journalistar fara til arbeiðis.
Hetta er tað, sum eg havi gjørt viðmerkingar til, góði Sjúrður, og einki annað. Og eg meini framvegis, at sovorðið svass ikki sømiligt. Hvørki sum økonomur, formaður í Búskaparráðnum, stjóri á Hagstovuni ella tjóðveldismaður eru hesi orð rímilig.