øðrum fólki virðing og samkenslu, og tað ger Durita. Sum sagt í byrjanini, so ætlaði eg ikki at ummæla bókina, men harafturímóti mæla øllum til at lesa hesa lívsjáttandi bók. Hon er løtt at lesa hjá einum [...] ligið við krími, havi eg kortini havt yvirskot at lesa bókina. Satt at siga, so er ferðafrásøgnin hjá ungu Heimasandsgentuni ikki sørt heilsubót bæði so og so. Eg fari ikki at ummæla bókina út í æsir, [...] gott sum ongantíð møtir óreinskapinum í verðini? Hvussu ber tað til, at Durita bara møtir tí góða hjá teimum »primitivu« fólkunum víða um í heiminum? Í heimspressuni hoyra vit næstan bara um tað ringa
sølu í hølunum hjá Rokkjallaranum. Tað er Sigtór Andreassen, sum síðani oktober 1993 hevur rikið handilin. Bróðir hansara, Jóannes Andreassen, byrjaði handilin í gomlu handilshúsunum hjá Idé Møblum á Hálsi [...] Hálsi. Síðani flutti handilin í bygningin hjá Frants Restorff, har heilsølan hjá Niels Johannesen helt til í gomlum døgum. Men í oktober 1993 brann bygningurin í grund. Tá tók Sigtór Andreassen yvir handilin [...] at tað er pláss fyri slíkum handli. Tað er teldufyritøkan Formula Føroya, sum hevur keypt partin hjá Rokkjallaranum av húsunum við Tinghúsvegin, og er ætlanin eisini at brúka tann partin av húsunum til
at leita sær eftir fólki at spæla saman við. Og hann ger nógv burturúr. So nógv, at hann hevur gjørt sær tann ómak, at heingja plakatir runt um í býnum, har hann sóknast eftir fólki. Hetta vísir bara, [...] Føroyum. - Vit eru eitt lítið land. Umstøðurnar eru ikki av teimum bestu hjá tónleikarum at liva undir. Millum annað er tað trupult hjá bólkum at fáa venjingarhølir, og stuðul verður ikki veittur til føroyskar [...] fingið væl burtur úr, er onki at taka seg aftur í. Og hann mennist alla tíðina sum trummusláari. Málið hjá Janusi er greitt. Hann vil kunna liva væl av tónleiki. Men hann ásannar, at tað er sera trupult at
, og vil hann hava at vita, hvussu tað ber til, at meðan Almanna- og Heilsumálastýrið bólgnar av fólki (kanska úr einum 8 upp í eini 40 fólk upp á nøkur fá ár), so bara vaksa trupulleikarnir í sjálvum [...] sjálvum verkinum? Hvussu ber tað til, at sjúkrahúsleiðarin á Landssjúkrahúsinum ger tað trupult hjá yvirlæknum at ferðast millum sjúrkahúsini? Hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin í heilsumálum íðiliga [...] komið meiri og meiri til sjóndar, at tey bæði smærru sjúkrahúsini tykjast at vera uttan fyri áhuga hjá landsstýrismanninum í heilsumálum og Almanna- og Heilsumálastýrinum sum heild. Hesi eiga ongan góðan
nakað. Samtíðis verður kravt, at tænastustøðið hjá somu almennu tænastustovnum skal vera tað sama ella helst betur. At Tjóðveldisflokkurin er farin uppá vognin hjá Fólkaflokkinum síggja vit best í sambandi [...] Føroya fólki, at politikkurin er at spenna lívreimina inn bæði tá tað viðvíkur tænastum, sum Strandferðslan og sjúkrahúsini skulu veita. Ístaðin fyri at viðganga hetta fara teir upp í kórið hjá teimum [...] mongum gongur inn fyri borgarligum fólkaflokspolitikki er neyvan heldur nakað dulsmál longur. Málið hjá Fólkaflokkinum og harvið landsstýrinum er at lækka skattin, at privatisera, at skerja ella minka játtaninar
undir at senda í dag. Sambært fyribilsskránni hjá útvarpsstøðini fer Jenis av Rana hvørt mikukvøld at hava eina sending, har hann fer at biðja fyri fólki fyri opnari mikrofon. ? Vit hava áður havt telefonlinju [...] tað óvart á okkum, hvussu stórur hesin tørvur er, sigur Preben Hansen, sum er formaður í nevndini hjá Lindini. Hann hevur saman við millum annað Jenis av Rana havt opnar telefonlinjur síðani einaferð í [...] tíðindini send yvir internetið. Lindin ætlar, at tað ikki bara skulu verða teir, sum hava ágóðan av fólki uttanfyri Havnina. ? Okkara fremsta mál er at víðka um sendiøki, so vit framyvir eisini kunnu hoyrast
greiðir Johan frá. Tá vit spyrja hvat tað er tey gera, sigur hann at tað er so øgiliga ymiskt. ? Hjá teimum yngru eru tað serliga spølini og internetið, sum hava áhuga, meðan tey eldru koma inn á gólvið [...] allarflestu er, at teimum dámar væl at tjatta á internetinum, leggur Johan afturat. Góð útgerð Útgerðin hjá eini internetkafé er sjálvsagt sera týdningarmikil. Í so máta er Vega sera væl fyri, sigur Johan. Hann [...] at fyri tað at teldurnar eru brúktar á kaféini, eru tær væl viðfarnar, og tí er tað funnin fressur hjá skúlum og kommunum, at keypa slíka útgerð brúkta. ? Men her í kaféini mugu vit alla tíðina hava ta
útlandinum. Úti har stjørnurnar glampa og fjøldirnar skrála. Og at tað er álvari aftanfyri orðini hjá Eiðvør kann best prógvast við tí veruleika, at hon eftir 9 ár í fólkaskúlanum tók skúlataskuna á herðarnar [...] Fuglafirði hendan týsdagin í januar. Men ístaðin er hon í Nólsoy á venjingarlegu saman við jazzkvartettini hjá sær, og hon hevur avbrotið ferðina í nakrar tímar fyri at koma til Havnar at tosa um fortíð, nútíð [...] sang hon sangir sum Sommertime og The Rose, sum hon nú hevur togað upp móti toppinum á hittlistanum hjá Útvarpi Føroya. Seinni sama ár - tað er 1997 - var hon við í kappingini um at gerast ársins songrødd
hann er. Ongan kjans at vinna kapping um løn Hagstova Føroya kennir alt til stóru útskiftingina av fólki, alt frá økonomum til teldufólk. ? Hvørja ferð vit missa fólk, missa vit eisini vitan. Vit eru allatíðina [...] orsøk. Hetta er ein vónleys kapping fyri tað almenna, sigur Petur Alberg Lamhauge. ? Avbjóðingarnar hjá tí almenna eru størri enn í tí privata, haldi eg, men spurningurin er, um tað kann uppviga hægru lønina [...] uppá, hvat hann kann gera, nú enn ein økonomur rýmir av Hagstovuni. Hann fer at lýsa eftir nýggjum fólki.
politihundum í Føroyum. Og ein av umleið 400 í danska kongaríkinum. -Tevjisansurin hjá hundi er 80.000 ferðir betri enn hjá fólki, sigur Karsten. Patruljan kappast Teir hava verið úti síðani klokkan 9 í morgun [...] sjefarahundinum, sum melur í klingur við snoddinum niður í jørðina. Einaferð um vikuna er hundapatruljan hjá politinum úti og venur. Mikudagin vóru teir við Norðadalsskarð og vandu hundarnar at leita. Uppgávan [...] um vón. Og kappingin við Norðadalsskarð er heldur ikki til stuttleikar. Tí tá Pedro er til arbeiðis hjá tollvaldinum er umráðandi, at snoddið er í fínasta lagi. Eisini er umráðandi at hann aktar væl. Tí