Útvarpsstøðin Lindin fer at taka ein nýggja tátt upp, tá tey fara undir at senda í dag.
Sambært fyribilsskránni hjá útvarpsstøðini fer Jenis av Rana hvørt mikukvøld at hava eina sending, har hann fer at biðja fyri fólki fyri opnari mikrofon.
? Vit hava áður havt telefonlinju, har fólk hava kunnað ringt inn og biðja okkum biðja fyri onkrum, sum liggur teimum á hjarta, og tá kom tað óvart á okkum, hvussu stórur hesin tørvur er, sigur Preben Hansen, sum er formaður í nevndini hjá Lindini.
Hann hevur saman við millum annað Jenis av Rana havt opnar telefonlinjur síðani einaferð í 80?unum.
Ætlanin er, at fólk kunnu ringja inn, og biðja Jenis biðja fyri teimum ella øðrum. Fólk nýtast ikki at uppgeva navn, og Jenis fer so at biðja fyri opnari mikrofon.
? Vit fara at byrja við eini slíkari sending, men ætlanin er, at vit hvønn dag fara at hava eina stutta sending við forbønum, sigur Preben Hansen.
Ætlanin er, at fólk skulu hava møguleika at ringja til Lindina millum 17.00 og 18.00, og so verður ein stutt bønarsending í 10 minuttir frá klokkan 18.00.
? Vit fara eisini at biðja fólk siga frá, tá tey hava fingið bønarsvar, sigur Preben Hansen.
MC útvarpsvertur
Fyrstu tíðina verður nógvur tónleikur sendur á Lindini, men tey ætla so líðandi at vaksa um talið á veruligum sendingum.
? Alt arbeiðið á støðini verður gjørt sjálvboðið, og vit eru amatørar, tí verða bæði mongdin og dygdini merkt av hesum, men vit ætla sanniliga at betra okkum allatíðina, sigur Preben Hansen.
Millum tey fólkini, sum fara at gera sendingar fyri Lindina, er MC Restorff, sum annars serliga er kendur fyri sína tónleikakarrieru. Hann fer saman við Símuni Hansen at gera eina sending, sum fer at snúgva seg um sjólív og átrúnað.
Hendan sendingin verður send leygardag kl. 17.00, og Preben Hansen væntar sær nógv av hesi sendingini.
Annars eru sendingar, sum venda sær serliga til børn og ung eisini á skránni.
Fólk uttanfyri Havnina gera tíðindi
Og tíðindi um andalig viðurskifti í Føroyum og úti í heimi verða eisini á skránni.
Byrjað verður við einari sending í næstu viku, men síðani er ætlanin at fáa tíðindi í lag hvønn dag í vikuni.
Tað verða fólk í Havn og kring landið, sum fara at skriva tíðindi. Lindin hevur fingið avtalu við fólk í Klaksvík og á Skálafjørðinum at finna, skriva og lesa tíðindi. Hesi fólk hava fingið ein digitalan bandupptakara til at lesa tíðindini inn á, og síðani verður antin bandið sent til Havnar ella verða tíðindini send yvir internetið.
Lindin ætlar, at tað ikki bara skulu verða teir, sum hava ágóðan av fólki uttanfyri Havnina.
? Okkara fremsta mál er at víðka um sendiøki, so vit framyvir eisini kunnu hoyrast ymsastaðni í Eysturoynni og í Klaksvík, sigur Preben Hansen.