ÓLAVUR Í BEITI
Tingmaður fólkafloksins í Norðoyggjum, Jógvan við Keldu, hevur sett Helenu Dam á Neystabø fyrispurning, og vil hann hava at vita, hvussu tað ber til, at meðan Almanna- og Heilsumálastýrið bólgnar av fólki (kanska úr einum 8 upp í eini 40 fólk upp á nøkur fá ár), so bara vaksa trupulleikarnir í sjálvum verkinum? Hvussu ber tað til, at sjúkrahúsleiðarin á Landssjúkrahúsinum ger tað trupult hjá yvirlæknum at ferðast millum sjúrkahúsini? Hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin í heilsumálum íðiliga ? fyri ikki at siga dagliga ? nevnir, at bæði tól og peningur tørva á Landssjúkrahúsinum, meðan hon ikki tosar um sama trupulleika á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi, hóast sama er galdandi har? Og at enda spyr Jógvan við Keldu, um tað er so, at so at siga allir deildarleiðarar í Almanna- og Heilsumálastýrinum koma av Landssjúkrahúsinum?
Ongan góðan
Í viðmerkingunum til spurningarnar, sigur Jógvan við Keldu, at síðani sjúkrahússtýrini vórðu niðurløgd, er tað komið meiri og meiri til sjóndar, at tey bæði smærru sjúkrahúsini tykjast at vera uttan fyri áhuga hjá landsstýrismanninum í heilsumálum og Almanna- og Heilsumálastýrinum sum heild. Hesi eiga ongan góðan har. Hetta vísir, sum so mangan fyrr nevnt, at sjúkrahússtýrini vórðu til einkis gjørd við tí fyri eyga, at lættari varð at niðurleggja tey smærru sjúkrahúsini og gera hesi vápnaleys.
? Seinastu 30 árini hava stórir samstarvs trupulleikar verið á Landssjúkrahúsinum, og seinnu tíðina hava hesir ikki verið minkandi, heldur øvugt. Hetta hevur elvt til, at nógvur peningur hevur verið og verður framvegis nýttur, sum samsvarandi viðgerðir ikki fáast fyri.
? Nú eru vit komin hagar, at sjúkrahúsverkið sum heild má og skal takast upp. Tá talan er um sjúkrahúsverkið, er vónandi talan um, at tey smærru sjúkrahúsini sleppa undan álopum úr Almanna- og Heilsumálastýrinum, samstundis sum álagt eigur at verða, at viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum mugu takast upp frá botni av.
? Bara fyri at geva tað eina dømið um álop kann nevnast, at hóast umsøkjari er til starv sum kirurgiskur lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, vil Almanna- og Heilsumálastýrið ikki seta hann. Tað eigur at verða lagt afturat, at fleiri læknar eru settir í føroyska sjúkrahúsverkinum, t.v.s. eisini á Landssjúkrahúsnum, sum ikki eru endaliga útbúnir. Onkur teirra hevur heldur ikki verið serlækni, sigur Jógvan við Keldu m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin.