Hørð hundakapping

Hundaførarin, Karsten Andersen, hevur sett sær fyri, at føroyski politihundurin, Pedro, skal gerast millum teir bestu í ríkinum.

Pedro er ein góður hundur. Men hann kann gerast enn betri.

Hundaførarin Karsten Andersen hyggur stoltur at tí stóra sjefarahundinum, sum melur í klingur við snoddinum niður í jørðina.

Einaferð um vikuna er hundapatruljan hjá politinum úti og venur. Mikudagin vóru teir við Norðadalsskarð og vandu hundarnar at leita.

Uppgávan ljóðar einføld. Pedro skal innan eitt avmarkað øki finna nakrar lutir, sum onkur politistur hevur krógvað frammanundan.

Trý ára gamli sjefarin, Pedro, er ein av trimum góðkendum politihundum í Føroyum. Og ein av umleið 400 í danska kongaríkinum.

-Tevjisansurin hjá hundi er 80.000 ferðir betri enn hjá fólki, sigur Karsten.


Patruljan kappast

Teir hava verið úti síðani klokkan 9 í morgun og nú klokkan nærkast 4 hevur Pedro funnið tríggjar lutir: eitt patrónhylki, einar brillur og ein stóran klumt av hassji.

Norðanfyri Pedro og Karsten gongur ein annar politistur og ein annar politihundur. Eisini teir leita.

Tað er kapping í hundapatruljuni.

-Hundarnir verða flokkaðir í trýggjar bólkar, har bólkur 1 er tann besti. Pedro er góður. Hann er í bólki 2. Hinir báðir føroysku hundarnir eru í bólki 3, sigur Karsten, sum stílar eftir, at fáa Pedro upp í bólk 1.

Pedro, sum er uppkallaður eftir leiðaranum í hundapatruljuni, Peturi Viderø Hansen, letst ikki um vón.

Og kappingin við Norðadalsskarð er heldur ikki til stuttleikar. Tí tá Pedro er til arbeiðis hjá tollvaldinum er umráðandi, at snoddið er í fínasta lagi.

Eisini er umráðandi at hann aktar væl. Tí sum Karsten sigur:

-Eitt av fremstu endamálunum við at hava politihundar, er fyribyrging.

Hvussu nógvir lutir, ið eru eftir at finna vita Pedro og Karsten ikki. Tískil halda hundur og politistur fram at leita, eftir at Sosialurin hevur sagt farvæl.