Rokútsøla í Rokkjallaranum

Á ein hátt kann sigast, at góðu tíðirnar hava tikið grundarlagið undan Rokkjallaranum í Havn. Sigtór Andreassen hevur fingið aðrar avbjóðingar - og handilin letur aftur 1. mars

Tann 1. mars verður lykilin snaraður í Rokkjallaranum í Havn, sum síðani 28. mai í 1990 hevur selt gamlar lutir - fyrst og fremst gamlar møblar fyri fólk, ið hava sett lutirnar til sølu í hølunum hjá Rokkjallaranum.

Tað er Sigtór Andreassen, sum síðani oktober 1993 hevur rikið handilin. Bróðir hansara, Jóannes Andreassen, byrjaði handilin í gomlu handilshúsunum hjá Idé Møblum á Hálsi. Síðani flutti handilin í bygningin hjá Frants Restorff, har heilsølan hjá Niels Johannesen helt til í gomlum døgum. Men í oktober 1993 brann bygningurin í grund.

Tá tók Sigtór Andreassen yvir handilin, og byrjaði umaftur í lítlum kjallarahølum úti í Bakka, men seinni flutti hann í egin høli á Tinghúsvegnum í Havn, har Demich helt til fyri nøkrum árum síðani.

? Nú sølan er minkað, og kanska eg eisini eri vorðin troyttur av hesum, havi eg valt at royna okkurt annað, sigur Sigtór Andreassen, sum kortini leggur dent á, at tað er pláss fyri slíkum handli.

Tað er teldufyritøkan Formula Føroya, sum hevur keypt partin hjá Rokkjallaranum av húsunum við Tinghúsvegin, og er ætlanin eisini at brúka tann partin av húsunum til internetvirksemi. Frammanundan er teldukafé?in, Orbits, í húsunum.

Sigtór Andreassen sigur, at hann fer at boða fólki frá, sum eiga lutir í handlinum, at tey mugu heinta teir innan 1. februar. Tá ætlar hann at selja alt út við stórum avsláttri - og 1. mars skal alt vera úti, tí tá tekur Formula Føroyar yvir bygningin.

Sigtór Andreassen sigur, at sølan hjá Rokkjallaranum er minkað, so hvørt tíðirnar eru broyttar. Hann heldur eisini, at stóru møblahandlarnir selja innbúgvið so bíliga, at fólk velja heldur at keypa nýtt.

? Fert tú niðan á brennistøðina at hyggja, so sært tú, at nógvir góðir lutir verða tveittir burt, sum kanska fyrr høvdu endað í Rokkjallaranum, heldur Sigtór.