? Martýrur. Eg? Avgjørt ikki ! Tí einki, hvussu mótstøðan hevur verið, er komið longur enn at skinninum. Eg havi ikki verið illur við mann heilan dag. Eg haldi, eg havi verið ov dovin til at ganga við [...] við hatri. Men eg havi ikki latið aðrar vikað meg frá mínari meining. Eg havi hildið fram eftir míni egnu leið, tí eg havi altíð verið vísur í, at eg var tann besti. So bersøgin og opinskáraður var Pól F [...] fór um sjeytiára hvarvið. Yrkjarin, ið fjakkaði frá tí eymasta til tað harðasta, frá tí stillasta til tað villasta, frá tí mest viðkvæma til tað djarvasta, sum var sparringspartnari hjá fleiri ættarliðum
antikkar møblar. Møblarnir verða, um neyðugt bæði umvældir og málaðir, áðrenn eg fái teir, so alt er í sera góðum standi. - Eg komi ikki at fáa fleiri eins møblar, og hetta vil gera tað enn meira ?unikt?. So [...] millumbilum. Hetta er ikki so vanligt í Føroyum, og heldur Connie tað vera sera hóskandi at selja gamlar møblar í hesum handli, tí tað hóskar sera væl inn í tann stílin hon annars selur. - Eg fari javnan at fáa [...] at verða fyrstur, um tú ætlar at ogna tær ein ávísan møbil ið verður til keyps, sigur hon. Alt er relativt Spurd um hesir møblar ikki eru dýrir at selja, sigur Connie við einum smíli: - Alt er ?relativt
felagnum, og tí noyðist flytingin ikki at verða so stór alt fyri eitt. - Um eg fari, so flyti eg einsamallur til Noregs fyrsta hálva árið. Vit hava gjørt av, at børnini verða so ikki tikin úr skúlanum í Danmark [...] út, men enn er undirskriftin so ikki komin upp á pláss. Eg havi sjálvandi eitt ynski um framhaldandi at spæla á høgum støði, men eg fái ikki búð í Keypmannahavn, um eg skal spæla í Noreg, so tað er tað [...] hóast lýsingarnar um spælistílin ikki eru so tiltalandi, so heldur Todi ikki, at talan er um so keðiligan fótbólt, sum Drillo stendur fyri. - Tað sum eg sá, so var tað ikki verjufótbóltur sum so. Teir spældu
stakitti og hugdi eftir hinum gentunum, sum spældu fótbólt. Eg hevði fegin viljað spælt við, men eg fái ikki í dag, vegna bruna í eygunum. Annars hevði eg heilt sikkurt verið við, sigur hon. Men tað er kortini [...] summarlegu nr. 2 frá 3. til 9. juli, har ungdómar í 14-15 árs aldri úr øllum landinum vóru savnaði - íalt 230 ungfólk. - Legan er fultteknað. Her er hvør koyggja upptikin, sum ein tók til. Góðar legur 13 ára [...] fleiri ferðir áður - í veruleikanum heilt síðani hon var níggju ára gomul. Eg havi altíð glett meg nógv at sleppa á hesar legurnar. Eg haldi, at tær eru so góðar, sigur Elspa. Seinnapartin henda dagin, meðan
hjá okkum. Tí skal eg koma við hesi áheitan: Setið ALTÍÐ børnini føst í bilinum. Tey eru tykkara ábyrgd, tí tey vaksnu kunna sjálvi taka ábyrgd av sínum gerðum, men tað kunna børnini ikki tey eru ábyrgd teirra [...] bygdir, har nógv hendir og har liviligt er. Tað sæst best á, at tað er mestsum ógjørligt at fáa hús til leigu ella keyps. Tørvur hevur verið á grundstykkjum, og er tað tí kærkomið, at vit eru við at koma [...] stykki. Tey 17 grundstykkini eru mestsum øll umbiðin, og fer kommunan tískil skjótt undir at fáa til vega fleiri grundstykkir, eisini í Vatnsoyrum. Vit, eins og bygdafólkið, hava gjørt nógv við at fríðka
økinum. - Eg veit ikki, tú. Men hon fekk so tosað meg til at gera okkurt við hetta økið, sigur Jens Kristian, sum dagliga fæst við ventilasjónir og tílíkt við fyritøku sínari "Klima". Hann fór so til verka [...] spæliøki til børn. - Ein sær líkasum alt við øðrvísi eygum, tá ein hevur búð uttanlands. Og eg havi eisini sæð, hvussu lítið skal til fyri at gera eitt øki vakurt. - Onkur skuldi byrja, og tað ynskti eg so at [...] hittu hann á spæliplássinum ein vakran mikudag í farnu viku, har børnini longu tykjast at hava tikið hetta spæliøkið til sín. Tosaður til Sum so mangir aðrir miðvágsdreingir dámdi Jens Kristiani altíð væl
Innan og uttan Ein skal ikki hava gingið leingi innanveggja í heiminum hjá Petur Jacobi fyrrenn ein sær ein stóran part av tí, sum hann nýtir tíðina til. Í veruleikanum er als ikki neyðugt at fara inn á [...] bæði takast við at mála, hóast komin væl til árs. - Ja, eg kann minnast at pápi næstan ráddi okkum frá at spæla bólt. Hann vildi heldur, at vit nýttu tíðina til at mála í, sigur Petur Jacob við einum brosi [...] árum síðani, hevur hann onga fasta tíð, har hann málar í. - Eg havi ongar ætlanir um at gevast at mála. Eg ætli mær at mála so leingi heilsan er til tað. - Heilsan hevur alt at siga, sigur Petur Jacob.
verið orsøk til skaðarnar, er tað onki stuttligt longur. Heldur ikki, um smartu dámubløðini spæla við og pakka alla hesa løgnu samansvørjingina inn í glitrandi pappír, so vit ikki leggja merki til, hvat vit [...] sjúkuna. Tað er til dømis ikki so løgið, um onkur hevur ilt við at skilja, hví Rúsan við lóg partú skal kunna vísa á eitt ávíst yvirskot á hvørjum ári. Og at partur av hesum yvirskoti skal fara til viðgerðar [...] finst eftirhondini ikki ein matvøra, sum ikki verður framleidd í bæði eini feitari og eini soltnari útgávu. Soltna útgávan verður síðani marknaðarførd sum klænkandi, sunn og hvat veit eg, og alt gott um tað
og Ross Campbell. Hana lesi eg, tí sum heild hevur ein altíð brúk fyri góðum ráðum, tá tað snýr seg um barnauppaling. Sera áhugaverd bók, sum hevur sagt mær nógv, ið eg ikki visti um frammanundan. Ongi [...] kærleikan í sær til at uppala børnini. Á náttborðinum liggur eisini bókin um John Dam eftir Helga Jacobsen. Sera viðkomandi bók fyri ein politikkara, sum vil vita meira um vinnusøgu okkara. Havi ikki lisið so [...] allan fólkaskúlan. Seinni fann eg út av, at fleiri onnur eisini høvdu fingið líknandi heiðursløn og eri komin til ta niðurstøðu, at slík viðurkenning er sera góð taðing til lítla spíran, sum við opnum sinni
gloymir tú tað ikki, sigur Erik Ludvigsen. Áhugin fyri Føroyum er bara vorðin størri við árunum. Àrini skulu heldur ikki forða honum at vitja aftur og aftur. - So leingi eg orki, so komi eg aftur til Føroya, [...] miðlunum fyri sína skriving. Hví so er, dugir hann ikki rættiliga at svara uppá. - Tað kann vera tí, at eg skrivi á donskum. Eg dugi at skriva føroyskt, men eg haldi boðskapurin kemur betri fram á donskum, [...] Tað skal vera á føroyskum. Ikki danskt. Àttati ára gamli maðurin úr Ålborg er komin til Føroya á vitjan. Hann hevur verið vitjan hvørt ár í samfull 28 ár. Og tað bilar heldur ikki við at tosa føroyskt. Erik