Fríðkan
Miðvágur: - Ja, hann Jens Kristian - hann mást tú tosa við. Fara bara oman til vøllin, so sært tú alt tað, sum hann longu hevur fingið í lag!
Nøkurlunda soleiðis ljóðaði áheitanin vit fingu frá fleiri fólkum í Miðvági. Tey hava seinastu tíðina sæð og hoyrt, hvussu fólk hava rokast á økinum aftanfyri fótbóltsvøllin í bygdini.
Tey hava øll mangan hugsað um at onkur átti at gjørt okkurt við hetta økið. Men longur er so hugsanin ikki komin, og tí hava fólk bara vónað og vónað at onkur fór at taka sær um reiggj einaferð í tíðini.
Og mín sann um hetta ikki hendi herfyri, tá hesin sami, Jens Kristian Haraldsen við góðum stuðli frá øðrum fólki fóru undir at broyta hetta økið til eitt øki, sum allir miðvingar nú kunnu fáa gagn og gleði av.
- Eg havi altíð hildið at hetta var eitt so deiligt øki her niðri við fótbóltsvøllin. Men tað hevur samstundis verið ótrúliga keðiligt fyri børn at spæla her niðri.
- Eg setti meg tí bara niður og festi nakrar tekningar á eitt blað um, hvussu ein møguliga kundi broytt hetta øki til eitt vakurt øki. Og tað er so tað, sum vit eru í ferð við beint nú, sigur ein lítillátin Jens Kristian, sum hevur búð niðri í fleiri ár.
Vit hittu hann á spæliplássinum ein vakran mikudag í farnu viku, har børnini longu tykjast at hava tikið hetta spæliøkið til sín.
Tosaður til
Sum so mangir aðrir miðvágsdreingir dámdi Jens Kristiani altíð væl at spæla á vøllinum og økinum rundan um vøllin.
Men greitt var, at hetta økið trongdi til eina kærkomna hond. Hetta sóu tey eisini í nevndini í ítróttarfelagnum í bygdini - Miðvágs Bóltfelag - og ynsktu at gera nakað veruligt við hetta økið.
Móðir Jens Kristians, Jórun er ein av eldsálunum í nevndini, og hon tosaði mangan um hetta sama: Tað vantaði onkur, sum kundi taka sær av økinum.
- Eg veit ikki, tú. Men hon fekk so tosað meg til at gera okkurt við hetta økið, sigur Jens Kristian, sum dagliga fæst við ventilasjónir og tílíkt við fyritøku sínari "Klima".
Hann fór so til verka, tí, sum hann sigur: - Varð okkurt gjørt við hetta økið, so eri eg ikki í iva um, at tað hevði verðið nógv meiri brúkt.
Játtan beinanvegin
Jens Kristian hevur sum nevnt búð í Danmark í mong ár. Har hevur hann sæð, hvussu ein mangastaðni hevur gjørt sera snotulig spæliøki til børn.
- Ein sær líkasum alt við øðrvísi eygum, tá ein hevur búð uttanlands. Og eg havi eisini sæð, hvussu lítið skal til fyri at gera eitt øki vakurt.
- Onkur skuldi byrja, og tað ynskti eg so at gera, sigur hann.
Hann setti seg niður og gjørdi nakrar tekningar um, hvussu hann kundi hugsað sær at gjørt hetta økið.
Hann legði hesar tekningar og síni hugskot fram fyri kommununa, og har var alt fyri eitt sagt frá, at teir ynsktu at stuðla eini slíkari ætlan. Og peningur skuldi eisini fylgja við stuðlinum.
Sólkrókur
Í farna mánaði varð so av álvara farið til verka. Boð vórðu send út um, at fríggjadagin og leygardagin í teirri ávísu vikuni vóru øll áhugað boðin til sjálvboðið arbeiði á økinum.
Alt tilfarið var fingið til vega frammanundan, og soleiðis bar tað til at hesi 50 fólkini sum vóru til arbeiðis, fingu lagt lunnar undir tað, sum í framtíðini kemur at vera eitt spælipláss hjá børnum og eitt hugnaligt stað hjá teimum ungu og tilkomnu.
Sum ein part av ætlanini við økinum eru eisini sett upp borð í einum sólkróki. Hesin hugnaligi krókurin verjir samstundis fyri tí lotinum, sum nærum altíð er inn eftir vánni.
- Tað er altíð stuttligt at seta ætlanir í verk, tá ein merkir at fólkið tekur so væl undir við teimum. Um fólk ikki gera tað, so varð einki gjørt nakrastaðni, sigur Jens Kristian, sum miðar eftir at alt økið skal vera liðugt til vestanstevnuna um vikuskiftið.