Miðvágs kommuna  ein kommuna ið nørist!

Fari at bjóða tykkum øllum at verða vælkomin í Miðvágs Kommunu á Vestanstevnu.

Miðvágur og Vatnsoyrar eru bygdir, har nógv hendir og har liviligt er. Tað sæst best á, at tað er mestsum ógjørligt at fáa hús til leigu ella keyps. Tørvur hevur verið á grundstykkjum, og er tað tí kærkomið, at vit eru við at koma undir land við eini útstykking, og kunna lata í øllum førum teimum sum ætla sær skjótt í gongd, stykki. Tey 17 grundstykkini eru mestsum øll umbiðin, og fer kommunan tískil skjótt undir at fáa til vega fleiri grundstykkir, eisini í Vatnsoyrum.
Vit, eins og bygdafólkið, hava gjørt nógv við at fríðka um í kommununi, og fara vit framhaldandi at leggja dentin á at fáa bygdir okkara alsamt vakrari og hugnaligari at liva í.
Viðarlundin á Tungu kann nú av sonnum kallast ein perla í bygdini, og eisini hava nøkur fólk av sínum eintingum fríðkað um økið við spæliplássið og hondbóltsvøllin við uttara enda av fótbóltsvøllinum. So tað kann av røttum sigast, at "Betur er ein bøtandi hond...."
Kommunan hevur eisini tikið í egnan barm, hvat rudding og hampan viðvíkur, og hava vit eisini heitt á fólkið um at burturbeina tað, ið rekst úti í náttúruni, bæði alment og privat. Og eftir summarferiuna fara vit at fylgja tí upp, tí tað er ikki loyvt nøkrum at órudda og tveita burturkast sum einum lystir.
Vága Dansifelag er í ferð við at umvæla Beitishúsini, húsini har Mikkjal á Ryggi varð borin og vaks upp. Kálvalíð sigast at vera elsta hús í Føroyum og Miðvágs Fornminnafelag er í ferð við at seta uppisitarahúsini í Jansagerði í upprunastand. Eisini bleiv kirkjan fríðkað innan fyri fáum árum síðan, við eitt nú eini nýggjari altartalvu. Og fyri stuttari tíð síðani fekk kirkjan eitt sera snotuligt modell av trolaranum "Nýggjaberg", ið fórst av krígsávum. So her eru avgjørt fleiri forvitnislig støð, ið vit kunna vísa fram fyri fremandafólki.
Vit hava hópin av børnum til at lyfta framtíðina hjá okkum, og bygdin, ja, hon veksur alsamt. Og júst børnunum skula vit ansa væl eftir. Tí nakað annað sum vit kunna reypa okkum av er, at vit hava tryggastu bilførarar: Ongastaðir í landi okkara nýta so nógv trygdarbelti sum her hjá okkum. Tí skal eg koma við hesi áheitan: Setið ALTÍÐ børnini føst í bilinum. Tey eru tykkara ábyrgd, tí tey vaksnu kunna sjálvi taka ábyrgd av sínum gerðum, men tað kunna børnini ikki  tey eru ábyrgd teirra vaksnu.

So enn eina ferð:
Hjartaliga vælkomin í Miðvágs kommunu!

Napolion Magnussen,
borgarstjóri