Fótbóltur
Norska Frederikstad kundi mánadagin breggja sær av, at felagið var komið ásamt við Toda Jónsson um treytirnar fyri einum sáttmála. Einum sáttmála, sum í fyrstu syftu bindur føroyska áleyparan at felagnum í seks mánaðir, og - um alt gongur eftir vild - síðani skal leingjast við tveimum árum.
Støðan verður umhugsað
Enn er tó ikki leyst og liðugt. Tá vit mánakvøldið høvdu orðið á Toda Jónsson, var hann júst komin heim aftur til familjuna í danska høvuðsstaðnum, og har fer hann nú at umhugsa støðuna.
- Felagið og eg eru komin ásamt um, hvussu ein møguligur sáttmáli skal síggja út, men enn er undirskriftin so ikki komin upp á pláss. Eg havi sjálvandi eitt ynski um framhaldandi at spæla á høgum støði, men eg fái ikki búð í Keypmannahavn, um eg skal spæla í Noreg, so tað er tað, sum vit nú fara at tosa ígjøgnum um, sigur Todi.
Hann sigur tó samstundis, at soleiðis, sum sáttmálin er háttaður, so gevur tað honum eitt slag av royndartíð í felagnum, og tí noyðist flytingin ikki at verða so stór alt fyri eitt.
- Um eg fari, so flyti eg einsamallur til Noregs fyrsta hálva árið. Vit hava gjørt av, at børnini verða so ikki tikin úr skúlanum í Danmark fyrstu tíðina, og so mugu vit heldur vitja hvønn annan hesar mánaðirnar. Men verður talan um enn tvey ár, so verður flytingin helst neyðug, heldur hann.
Drillo við tveimum áleyparum
Um felagið, sum sáttmálin nú møguliga skal undirskrivast við, heldur Todi, at talan tykist vera um eitt sera hugnaligt felag.
- Tey eru í ferð við at byggja nýtt stadion fyri einar 100 mió kr., so umstøðurnar verða heilt góðar í næstum. Í dag spæla teir tó einum gomlum stadion, men har plaga so at vera eini 8.000-10.000 áskoðarar, so atmosferan til dystirnar er góð.
- Sjálvur var eg eisini og hugdi, nú teir spældu seinast, og tað tóktist sum eitt sera hugnaligt stadion.
Venjari hjá felagnum er navnframi Egil »Drillo« Olsen, sum áður hevur vant norska landsliðið, og Todi dylur ikki fyri, at bara hetta í sjálvum sær er eitt sindur lokkandi.
- Hann er jú ein sera kendur venjari, sum eisini hevur fingið góð úrslit. Tað eru so ikki serliga nógvir landsliðsvenjarar, sum tvær ferðir hava vunnið á Brasil, men tað hevur hann altso roynt. Sjálvur havi eg jú eisini hugsað, um eg møguliga skal royna meg sum venjara, tá eg eri liðugur sum spælari, og so kann tað jú verða sera lærurík at spæla undir einum slíkum venjara.
Stílurin hjá Drillo er annars ofta átalaður, og orð sum tindasvína-fótbóltur og anti-fótbóltur hava verið heft at manninum. Ikki minst gjøgnum tíð hansara á norska landsliðnum, har hann at kalla konsekvent spældi einar sera verjukenda 4-5-1, har uppspælið at kalla einvíst varð bygt á langar bóltar til høvuðssterka álopsspælaran.
Men hóast lýsingarnar um spælistílin ikki eru so tiltalandi, so heldur Todi ikki, at talan er um so keðiligan fótbólt, sum Drillo stendur fyri.
- Tað sum eg sá, so var tað ikki verjufótbóltur sum so. Teir spældu eisini við tveimum monnum í álopinum, so norski landsliðsstílurin er nokk ikki tað einasta, sum hann dugir. Tað var kanska meira eitt úrslit av realismu, har hann hevði hugsað um, hvussu Noreg skuldi hava møguleika at standa seg.
So er spurningurin, hvørt Todi og Drillo nú fara at finna saman. Og tann spurningurin verður so svaraður antin týs- ella mikudagin.