Tað man hava undrað mong, hvussu serliga soðkallaðu dámubløðini fara við sínum lesarum, hvørja einastu ferð nýggjársaftan er farin afturum. Á ein gandakendan hátt stendur 1. januar har og blinkar, og við eitt broytist alt innihaldið í hesum bløðum fullkomiliga. Frá at vera full av lokkandi myndum av alskyns ósunnum mati og køkum eru síðurnar nú fullar av uppskotum um, hvussu tú kanst basa avleiðingunum av at hava etið júst hendan matin. Nú eru síðurnar nevniliga á tremur við klænkikurum, venjingarskráum og forrestin klæðum, tú bara kanst kroysta teg í, um tú blundaði meðan tú blaðaði allan desembur mánað.
Fyrst chips, so gularót
Í veruleikanum eru hesi dámubløðini bara vorðin eitt týðiligt dømi um eitt mynstur, sum livir og hevur góðar dagar stórt sæð alla aðrastaðni í samfelagnum. Eitt mynstur, har tað verður spekulera í fyrst at skapa ein tørv, ið ger fólk sjúk, fyri síðani at spekulera í tørvinum hjá somu fólkum at fáa eitthvørt slag av lekidómi fyri sjúkuna.
Tað er til dømis ikki so løgið, um onkur hevur ilt við at skilja, hví Rúsan við lóg partú skal kunna vísa á eitt ávíst yvirskot á hvørjum ári. Og at partur av hesum yvirskoti skal fara til viðgerðarstovnarnir, er mongum ein sonn gáta. Merkir hetta, at onkur spekulerar í, at Rúsan skal framleiða eini 20 rúsdrekkamisnýtarar um árið, ella hvussu hongur hatta saman?
Tað finst eftirhondini ikki ein matvøra, sum ikki verður framleidd í bæði eini feitari og eini soltnari útgávu. Soltna útgávan verður síðani marknaðarførd sum klænkandi, sunn og hvat veit eg, og alt gott um tað. Men um soltna vøran er so vælsignað, hví heldur fyritøkan so ikki bara uppat at framleiða tað feitu vøruna?
Fyri ikki so langari tíð síðani byrjaði eitt ávíst junk-food matstað at lata eina gularót og ein lítlan mjólkapakka til børn, ið keyptu eina junk-food barnamatskrá. Treytin fyri, at barnið fekk gularótina, var also, at tað fylti seg við svansi fyrst. Men tankin var fiksur, tí tá tað regnar á prestin, dryppar tað sum kunnugt á deknin. So við eitt sindur av lýsingarsnildi eydnaðist tað faktiskt matstaðnum at føra seg fram sum ein fyritøka, hvørs hjarta slóð serliga títt fyri heilsuni hjá børnunum.
Jamen, hvat er hetta fyri øvutur logikkur? Um tørvurin ongantíð var skaptur, høvdu vit kanska als ikki haft brúk fyri klænkikurum, viðgerðarstovnum ella eyka gularótum til børnini. Hvat verður tað næsta. At ein sigarettfyritøka setur sína egnu krabbameinsdeild á stovn?
Frítt spæl
Tað løgna er, at ongin rópar varskó og vísir á, hvussu langt úti slík marknaðarføring í grundini er. Tannlæknar vinna til dømis fitt av pengum uppá hol í tonnunum hjá fólki. Men fyri tað, biðja teir ikki fólk eta meir slikk. Tvørtímóti. Men matframleiðarar, rúsdrekkasølur og junk-foodmatstøð biðja, lokka og júka fólk um at njóta teirra vørur, væl vitandi, at tær eru skaðiligar. Et og drekk teg um koll ljóðar tað og síðani: Ups!, hatta var spell. Nú skulu vit hjálpa tær á føtur aftur, so tú kanst byrja av nýggjum og halda fram at tryggja okkara fyritøku uppaftur størri yvirskot.
Nú er tað er onki nýtt í, at marknaðarkreftirnar hava frítt spæl at hóreiggja sær, sum tær vilja. Men tá spælið um heilsuna verður stýrt av teimum, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava verið orsøk til skaðarnar, er tað onki stuttligt longur. Heldur ikki, um smartu dámubløðini spæla við og pakka alla hesa løgnu samansvørjingina inn í glitrandi pappír, so vit ikki leggja merki til, hvat vit svølgja.