Ein unikur handil

?Frú C? í Dr. Jacobsensgøtu, ið áður æt ?Frú S, lat upp í apríl mánaði í nýggjum hami, og við nýggjum navni og eigara.

Nýggi eigarin Connie Jacobsen fer at halda áfram við teimum somu útvegarum sum ?Frú S? hevði. Men sum nakað ?nýtt? ætlar hon haraftrat at selja antikkar vørur, eins og fyrrverandi eigarin gjørdi við ávísum millumbilum.
Hetta er ikki so vanligt í Føroyum, og heldur Connie tað vera sera hóskandi at selja gamlar møblar í hesum handli, tí tað hóskar sera væl inn í tann stílin hon annars selur.
- Eg fari javnan at fáa antikkar møblar. Møblarnir verða, um neyðugt bæði umvældir og málaðir, áðrenn eg fái teir, so alt er í sera góðum standi.
- Eg komi ikki at fáa fleiri eins møblar, og hetta vil gera tað enn meira ?unikt?. So tað ræður um at verða fyrstur, um tú ætlar at ogna tær ein ávísan møbil ið verður til keyps, sigur hon.

Alt er relativt
Spurd um hesir møblar ikki eru dýrir at selja, sigur Connie við einum smíli: - Alt er ?relativt?.
- Ein ?antikkur møbil?, sum er í góðum standi, kann vera ein íløga og er at sammeta við eitt málarí ella kunst, - tað heldur veksur í virði, enn minkar.
Hon leggur aftrat, at um onkur ætlar at keypa sær ein slíkan møbil úr t.d. Danmark, kann tað blíva sera kostnaðarmikið. Tá skal ein gjalda fyri frakt og toll av fullum prísi.
- Tá eg keypi hesar møblarnar verður tað sjálvandi fyri ein sámiligan prís, og eisini loysir tað seg betur, hvat frakt viðvíkir, at fáa fleiri vørur í senn.