Tað hanga ikki allir lyklar við grúpanslær!

Tit eru tilfeingið. Høvdið á tykkum og øllum okkara ungdómi er ressourcan. Ikki fyrrenn hendan kreddan fær virknað, er vón fyri einum sjálvberandi búskapi og eini tjóð, sum stendur uppi av sær sjálvari segði Tórbjørn Jacobsen, tingmaður í røðu síni á pisufundi á Tvøroyri á Jóansøku. Vit prenta røðuna

tórbjørn jacobsen
??????????????
Martýrur. Eg? Avgjørt ikki ! Tí einki, hvussu mótstøðan hevur verið, er komið longur enn at skinninum. Eg havi ikki verið illur við mann heilan dag. Eg haldi, eg havi verið ov dovin til at ganga við hatri. Men eg havi ikki latið aðrar vikað meg frá mínari meining. Eg havi hildið fram eftir míni egnu leið, tí eg havi altíð verið vísur í, at eg var tann besti.
So bersøgin og opinskáraður var Pól F. táið hann fór um sjeytiára hvarvið. Yrkjarin, ið fjakkaði frá tí eymasta til tað harðasta, frá tí stillasta til tað villasta, frá tí mest viðkvæma til tað djarvasta, sum var sparringspartnari hjá fleiri ættarliðum, sum átók sær herskna leiklutin, at perspektivera tjóðina í andaligum, mentanarligum og politiskum viðurskiftum og sum upplivdi tann stórleika, at bøkur hansara vóru brendar, av fávitsku, sjálvsnøktan og býttleika, heilsaði einaferð studentunum í Hoydølum soleiðis:

Varðveitið fedranna mentan og
mál,
og dugið at velja og vraka,
úr nútímans útlendska hurlivasa
hitt fremsta úr heimsmentan taka.

Tit eru jú Føroya álit í dag,
tí missið ei fótafestið,
til andalig skrobbein sum
geykaungar,
á flatlondum verða teir flestu.
Hargaskaldið, sum mesta av ævini búði úti í Froðba, krøkti seg so fastan í føroyska mentanararvin, at hann doyr ongantíð. Aðrir djúptonktir litteratar hava havt støð í Suðuroy. Stóri prosamaðurin Martin Joensen, sum Magnus á Kamarinum tók til, hevði bæði beinini plantað í ídnaðarsamfelagnum, har hann luttók sum arbeiðsmaður, fiskari, lærari og rithøvundi. Ósentimentalur, tó við kenslum, við viti og frálíkum hegni, viðgjørdi hann sína samtíð í skaldsøguformi. Hann var ikki keipumyndari, speirak og spottaði ikki. Var heldur ikki spoyskur. Lýsti bara so sera beinrakið og vitborið samfelagsviðurskiftini í síni egnu samtíð. Tað var hansara styrki. Og norðuri í Leirum sat einaferð eitt forsligið høvd, sum heldur ikki var kálvføddur við grælingafjarðum. Úrmælingur við penninum. Lýsingarnar av ferðum hansara eru í heimsklassa. Kristian Osvald Viderø. Á ferðini til Jorsala var hann til eina lítið unnuliga guðstænastu í Durham. Tað tøktiskt honum sum stóðu tveir prestar á prædikustólinum. Onki samljóð var ímillum veip-ingarnar og sálina. Hann minti mest um eina prentmaskinu, sum í gjaldtrotatíðum prentar seðlar, sum ongin borgan er aftanfyri. Seinri vitjaði hann vicarium Dei - sjálvan pávan í Roma, og á somu ferðini rak hann framvið Oljufjallinum og gekk seg fram á spádómarnar hjá Jeramia, um at "frá Oljufjallinum skal boðskapur ganga út, sum menn skula fegnast av at hoyra."
Boðskapurin kom frá kendum andsmenni, sum legði botnin undir siðmenningina vestanfyri og í stórum parti av heiminum. Undir viðtøkurnar hjá Sam-eindum Tjóðum. Ein moralskur, etiskur og sosialur byltingarmaður. Besta prógvið um, at skroypiligir mýruvongir, materiunnar trælir, hvørki við sáplum, riflukúlum ella naglum á krossinum megna at steðga ávirkanini frá halgimonnum, teimum andaligu tíansheldur teimum politisku. Í kendu fjallaprædikuni, sum er átøk einum manifesti, lýsir hann bersøgið, hvørji tey sælu eru, síðani slær hann fast við sjeytummaseymi: "Tit eru salt jarðarinnar; men um alt saltið dovnar, hvørjum skal tá verða saltað við? Tað dugir onki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum." Síðani koma orðini: "Tit eru ljós heimsins." Og illani slepst undan staðfestingini: "Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst."
Og nú standa vit her á Tvøroyri og heiðra hesum føgru blómunum, ið eru sprotnar úr føroyska miðnámsverkinum. Eftir skiftandi rák, gongutúrar í dimmum dølum og gevandi frælsi í mjúkligum líðum, er sinnisstøðan euforisk, soleiðis eigur løtan at vera, táið mikið starv og stríð hevur flutt teg fram á næsta løðarsteinin í lívinum. Ment og gjørt teg ferðabúnan til næsta leikin í talvinum. Og nú velst alt um kærleika, trúgv og vón. Hornasteinarnar. Nú ræður um sálarstyrkina hjá Pól F., sannføringina um egnan mátt, um at peila av og stinga gradistokkin í jørðildi, sum socialrealisturin Martin Joensen og at síggja allan heimin sum ein møguleika - á sama hátt sum kosmopolitturin Kristan Osvald Viderø. Tit eru salt jarðarinnar, ljós heimsins og eygu tykkara ljós likamsins.
Tilfeingið er nógv brúkt orð í tíðini. Og ymiskt er hvussu hugsað verður um hetta hugtakið, og eisini um hvørt høpið tað verður sett í. Líka relativt sum alt annað í lívsins litbroti. Líka so litríkt sum gleivandi ælabogin, ið er burtur áðrenn tú varnast. Og oftani eitt so misskilt hugtak, at tú sært ríðini av skammlopum glampa handan skallabeinini á fólki.
Í Føroyum tykist tað, sum um onki annað tilfeingið er, enn hesir stertarnir, ið higartil hava verið so kræsnir, at teir hava ikki bitið á blekksprutturnar úr Suðuríshavinum og tey fáu tandrini, ið hava megnað at smogið sær undan trolgapunum táið bobbensirnar fara dansandi eftir landgrunninum, og so teir, ið enn ikki hava vilt seg inn á avhegnaðu havleiðirnar vestanfyri. Hetta er eftirhondini vorðið ein psykosa. Ein fella. Higartil hevur totali intelligens-urin í landinum start seg blindan í tilfeinginum, ið svimur á landgrunninum og donsku ríkisveitingina. Ein buffari sum er viknaður, men framvegis doyvir framsøknið og blindar eyguni fyri møguleikum, ið sjálvandi høvdu flutt fokusið, um definitiónin av hugtakinum tilfeingið var snarað ein hálvan sólarring.
Tit eru tilfeingið. Høvdið á tykkum og øllum okkara ungdómi er ressourcan. Ikki fyrrenn hendan kreddan fær virknað, er vón fyri einum sjálvberandi búskapi og eini tjóð, sum stendur uppi av sær sjálvari. Vit hoyra nú aftur ávaringarnar frá ICES. Samfelagið fer nærum í coma. Ár undan ári. Vælferðin stendur og fellur við tilgongdini í fiskastovnunum. Og soleiðis verður lagið, um broyting ikki kemur í, og mál verða sett fyri hvussu vit koma okkum burturúr hesum trauma, at tað ið svimur á føroyskum havleiðum avgerð lív og lagnu fólksins. At náttúruviðurskifti og skiftandi veiðitrýst skal vera regulatorurin í møguleikum og menning.
Føroyar eru onki eindømið í so máta. Hetta er regulin heldur enn undantakið. Heil meginlond liggja lamin av hesum og av ongari vinnupolitiskari stýring. Afrika, Latínamerika og allur hin gamli eysturblokkurin.
Tilfeingið, útbúgving og vælferð. Hesi orðini hanga neyvt saman. Og søgan vísir okkum, at útbúgvingarmøguleikar og vælferð hanga proportionalt saman. Harvið er eyðvitað hvar tilfeingið liggur. Hjálandaveldið okkara, Danmark, er kanska heimsins besta dømi um, hvussu tað kemst burturúr eini tilfeingisfellu. Tvs. burturúr einoygdu fatanini um, at natúrligu ressourcirnar, ið hoyra landinum til, eru einastu lunnindini, ið vælferð kann vinnast burturúr. Parturin av útflutningi teirra, sum nú verður transformeraður úr natúrgivna tilfeinginum,, er í dag at kalla ongin, ella forsvinnandi lítil. Skilagóður politikkur, hóvligur fakfelagspolitikkur, sterkt útbúgvingarverk, dyggar sosialar skipanir, altjóðagerð og klókir heilar hava snara samfelagnum, soleiðis, at tað í dag telist ímillum heimsins fremstu.
Og táið vit í hesi løtu eru so heppin, at standa her, miðskeiðis í sosialdemokratiska metropolin-um - á Tvøroyri, har socialistiskir oddvitar, saman við fólkinum, royndu eksperimentið, at smíða lokalsamfelagið á ideologiska grundvøllin hjá Marx, undir herrópinum frælsi, javnaður og brøðralag, so slepst ikki undan at nevna týðningin, sum klassakampurin hevur havt fyri menningina í vælferðini - í londunum íkring okkum. Hugsi serliga um skiftið, sum kom, táið intelligensurin varð loystur frá kapitalinum, var loystur úr sínum fjøtrum, og børnini hjá arbeiðandi fjøldini fingu somu útbúgvingarmøguleikar sum børnini hjá teimum, ið sótu á samfelagsins ovastu rókum. Peninganna Parnassos. Hetta tykist alt so sjálvsagt í dag, at gloymskan fjalir sannroyndina, at tá varð opnaður ein ventilur inn í framtíðina, so víður og magnfullur, at teir ið ofraðu sítt lív á politiska vígvøllinum í so máta, neyvan vistu, at teir skumpaðu undir eina flóðaldu, ið kom at hava eina so kollosala menning við sær.
Og fyri at taka afturí aftur eksperimentið. Við øllum sínum sigrum, tapum og feilum. So fekk hesin føroyski paralellurin til Parísarkommununa stóra ávirkan á viðurskiftini í øllum landinum. Samdur ella ósamdur. Stórir politiskir figurar gróðu eisini uppúr hesum nýlendinum. Og hóast man ikki røkkur uppá øklarnar á nøkrum teirra, so kom eg einaferð at nevna tríggjar socialdemokratar sum mínar politisku fyrimyndir: Ernest Bevin, Per Hækkerup og Atla Dam. Bevin, arkitekturin, í royndini at gera Bretland til eitt framkomið vælferðarsamfelag, onkur hevur kanska hoyrt um, táið hann korporliga leyp á Molotov undir samráðingum eftir stríðsárini. Per Hækkerup - hildin at vera stórsta politiska flogvit, sum Danmark hevur fostrað. Á samráðingarferð í Bretlandi undraðist Daily Mirror á, at hann ímillum stóru politisku fundirnar altíð gjørdi eitt rend inn á hissini pubbar, fyri at sløkkja sær tostan og súgva í seg angan frá brennandi sigarbløðum. Hann mundi vera troyttur av áhaldandi Oxford-sjargongini á stjórnarstovunum, tí sum hann tók til: Hetta vóru fundirnir, ið gjørdu munin: "Bara táið tú lurtar eftir og tosar við vanlig menniskju, hoyrir tú tjóðarinnar hjartabankan og puls." Og nú er Atli eisini farin. Stórsta politiska natúrtalentið í Føroyum í nýggjari tíð. Vitugur, bræsin og arbeiðssamur. Ikki sørt at teir líkjast hesir tríggir, og Atli mundi ikki eiga so lítlan lut í leikinum, táið økismenning kom í miðnámskervið í Føroyum, og suðuroyingar fingu møguleikan at vinna sær hetta nám í oynni. Hann var oddviti landsins um tað mundið.
Frammanundan var Hoydalar nationala bráðpannan í miðnámskervinum. Var ein av teimum hepnu, sum fekk tann møguleikan. Og hóast lítið kom burturúr, fakliga, og onkur ongantíð varð floygdur, varð liggjandi eftir í reiðrinum, so fingu hesi árini, í Dalinum Fagra, ófatiliga stóran týðning fyri øll, sum upplivdu tað privilegiið. Tvørgeografisk vinarbond vórðu knýtt, sum ongantíð kámast. Hetta var tíðin, sum Sámal Ravnsfjall syngur so væl um, eftirglóðin frá ungdómsuppreistrinum, táið hasjtokurnar hingu yvir San Francisco og vit kýttu okkum sum jørð- og betongarbeiðarar, verkamenn í sildini og sum lastbilsjafførar, fyri at fáa javnvág í fíggingina og konsumeringina av hesum vælsignaða elefant-ølinum, sum gjørdi okkum vikuskiftini so hendinga áhugaverd og lagalig. Lesnaðurin var fyri tað mesta handan formligu dagsskránna, politiskur, ideologiskur og filosofiskur. Hetta var um tað mundið, táið amerikumenn góvu skarvin yvir í Vietnam, Salvador Allende kom til ræði í Kili. Varð feldur av amerikanskum kapitaláhugamálum, táið kilienska hernaðarísinkrammið stormaði forsetaborgina í Santiago, tá ið fascistarnir kvettu hendurnar av heimsgitna troubadourinum Victor Jara, frælsisrørslurnar í Afrika fóru at taka dik á seg og melankolska eygnabráið á Che stardi niður av bróstinum - í at kalla hvørjum studentabýli. Vit vildu uppreistur, bylting og ein rættvísan heim.
Og lívið er nú einaferð soleiðis samanskrúvað, at javnvág er í yvir longri tíðarhvarv. Ættarliðini eftir okkum høvdu aðrar kreddur. Persónliga ambitiónsstøðið mentist, alpuhúgvurnar hvurvu, palæstinensisku turrukløðini somuleiðis og útforsjoraðu kóvboybuksurnar vóru útskiftar við nálastríputar habittar og menn gingu við stressmappu og í spískum svartaskóm. Tulkaðu heldur Bíbliuna enn Kommunistiska Manifestið. Tóktust meira amerikanskir og globalir í verumáta. Og eisini hesi sita í landsins lyklastørvum í dag.
Ímeðan politisku tjóðskaparhetjurnar í gjár, ganga sum euforiseraðir hanar í dag, við donskum riddarakrossi í reversinum, við vinskum hálsi, brattari pannu og dummstoltari gron, bundnir niður og at danska kongsveldinum, tosa føroyingar um globalisering, altjóðagerð og visiónir fyri 2015. Í eini koloni hanga hesi hugtøkini ikki saman. Hvørjar visiónirnar skulu vera og hvussu globaliseringin um somu leið skal skipast, í eini politiskt niðurbundnari tjóð, tað kann bara tann góði Guð vita. Her má vend koma í, sum ein góður javnaðarmaður tók til fyri seinasta løgtingsval.
Pisurnar úr miðnámsskúlanum í Suðuroy eru nú floygdar. Mentar í eini bráðpannu í Suðuroy, sum gevur tykkum allar møguleikar frameftir. Búnaðar í einum skúla, sum eisini hevur givið ein kollosalan socialan synergi. Tí ræður um, at leggja stríðið um plaseringar av bygningum niður, at fáa semju, soleiðis at smáligt kegl ikki órógvar komandi ættarlið í oynni. Ábyrgdin, at menna oynna liggur á okkum og tykkum, tað skal økismennast, tað skal umfordeilast og tað skal investerast, soleiðis at tit kunna venda heimaftur eftir loknan lestur í útheimi. Og vælsignaði fari út í heimin og flyti hann heimaftur við tykkum. Fari so víða sum tilber. Um allan heimin. Soleiðis at Suðuroyggin aftur fær tað altjóða flow, sum hon einaferð var so sera kend fyri. Men svølgi ikki globaliseringshugtakinum treytaleyst, nú ræði hjá kapitalinum, samanrenningin av kapitaláhugamálum og ein eirindaleys vinnukapitalistisk stýring av heimspolitikkinum er trendurin. Kravgongurnar og uppreisturin í La Paz í Bolivia er kanska byrjanin til eina nýggja tíð. Tey fæleysu, indiánararnir og fátæku bøndurnir finna seg ikki í globaliseraðu kapitalistisku eyðræningini, av landsins tilfeingi, longur. Hetta eru somu fólkini, sum Che ikki fekk á tal, áðrenn amerikanskir lakajar tømdu magasinið á eini skambyrsu í búkin á honum í 1967. Men sáðið hann plantaði ber nú vøkstur og Latínamerika er kanska í fer við at fóta sær, nú fascistiskir juntaleiðarar eru riknir frá valdinum í fleiri londum í seinastuni. Kanska hómast glóðin, sum fær triðja heimin at kvaklast og at menna seg í mun til eyðsýndu møguleikarnar á hesum leiðum.
Tit standa nú frammanfyri eksistensiella valinum. Hvørja lestrar- og yrkisleið tit skula ganga. Heimsmeistarin í talvi, Alexander Aljechin, segði einaferð, at eitt mannalív var alt ov stutt til at finna útav øllum kombinatiónsmøguleikunum á einum talvborði. Tí ræður um at velja eftir egnari styrki og ikki minni eftir hugi og áhuga. Tí vituliga sita ikki allir lyklar við eitt grúpanslær. Jean-Paul Sartre hevði fylt hundrað í hesum døgum. Eksistensialisman. Frælsa valið. Tað er knæsett, og skal vera tað. Men rættast man vera, at velja soleiðis, at tín styrki styrkir felagsskapin uppaftur meira. Bara soleiðis kemst víðari. Eisini sæð í ljósinum av kenda ørindinum hjá Pól F.:

So trælkað er eingin tjóð í heimi,
sum ei harðmælt sítt sjálvræði krevur,
men undir Dannimarks skjúrtufaldi
kolonistýrdur føroyingur svevur.

Blíðan byr í framtíðar námum. Góða eydnu við tjóðarbyggingini í Føroyum og menningini av frægu oyggj tykkara og hjartaliga tillukku við próvnum. Og takk fyri at eg varð boðin suður, at gera av mær nøkur hugastroyggj, sum tit kunnu vera líka so samd og ósamd við, - sum tit vilja og ynskja. Sigi bara sum Hargaskaldið, eg lati meg í hvussu er ikki vika frá mínari meining. Hartil skula argumentini í hvussu er vera knasandi góð og skilvís, og lúturin sterkur, og eg hugsi, at tit hugsa tað sama, hvør í sínum lagi. Samfelagið verður eitt kvink áhugaverdari, táið hvør fuglur syngur við sínum nevi, og rætturin at trúgva, hugsa og tosa verður varveittur á demokratiska grundvøllinum, sum vit nú einaferð havt valt at skipa okkara samfelag á. Takk fyri og mátti Jóansvøkan framhaldandi roynst tykkum dygg í døgunum sum koma.