skrivað í málinum ímóti honum. Hann er nøgdur við, at ákæruvaldið hevur valt at ákæra hann fyri yvirgang og dráp, men hann er hinvegin misnøgdur við, at ákæruvaldið krevur hann dømdan til sálarliga viðgerð [...] eigur at fáa vanligan fongsulsdóm. Hann iðrar seg heldur ikki um tað, sum hann gjørdi tann 22. juli í fjør. -Hann bað meg siga fjølmiðlunum, at hann iðrar seg ikki um tað, sum hann gjørdi, og at hann hevði
er greitt eftir, at fleiri fjepparar hjá songkvinnuni hava varnast príshækkingina. Eitt nú er kostnaðurin av fløguni Ultimate Collection frá 2007 farin frá at vera 27 krónur, til at vera 71 krónur. Hvør [...] prísin fyri tónleik hjá Whitney. Apple verður nú kritisera fyri at misnýta vanlukkuna. Ákærir floyma inn yvir internetgigantin, nú tað er greitt, at kostnaðurin fyri tónleik hjá Whitney Houston á iTunes nú kostar [...] Hvør stendur handan príshækkingina er enn óvist, men tað hevur verið ført fram, at tað er Sony, sum vil fáa nøkur eyka oyru inn í kassan. Kelda. Eb.dk
teir fáa ein útlending til Danmakar at arbeiða undir skeivum fortreytum og noyða viðkomandi at arbeiða ímóti hansara ella hennara vilja. Politikararnir arbeiða við at økja revsimarkið til 10 ára fongsul [...] Fólk úr Eysturevropa, sum koma til Danmarkar at arbeiða á einum bóndagarði og einum vakstrarhúsi á Fyn, fáa so ringa viðferð, at tað minnir um menniskjahandil. Tað sigur Center Mod Menneskehandel. Stovnurin [...] Fyn. Hon fekk lyfti um góð bústaðar- og lønarviðurskifti, men tey lyftini hildu ikki. Hon bleiv sett at arbeiða upp í 16 tímar um samdøgrið fyri eina tímaløn, sum var frrá 15 krónum og uppeftir. Til bústað
Løkshøll í Runavík. - Ikki er so heilt lætt at lýsa tiltakið við einum orðið. Talan verður um eitt varisligt bland av konsert og upplestri, sum Martin hevur valt at geva heitið »Úr dagbókini: Martin Joensen [...] søgd, umframt at hendingar og hugleiðingar á lívsleiðini verða tiknar fram, siga fyrireikararnir. Serligur dentur verður lagdur á hesi seinastu árini, har lívið fekk kollveltandi vend á so at siga øllum økjum [...] verður einsamallur á palli teir útvið tveir tímarnar, tiltakið varir. Kaffi og køka verða at fáa í steðginum, umframt at fløgur Martins og bókin Lat meg goyma teg verða til keyps. Vil onkur hava bókina ella
trupulleikin hjá fólki at fáa lán til tess at seta føtur undir egið borð. - Men vit hava so fleiri grundøki tøk, vísir borgarstjórin í Vága kommunu, Albert Ellefsen á. Ætlanin er somuleiðis at stykkja út fleiri [...] kommunan 12 tøk grundøki at bjóða fólki. - Vit eiga í løtuni 12 byggibúgvin grundøki av hesum eru tey fýra í Miðvági og átta í Sandavági, vísir Albert Ellefsen. Kommunan arbeiðir við at gera eina nýggja útstykking [...] Eystanfyri Gjónna í Vatnsoyrum, og eina aðra norðuri í Heiðum í Miðvági. Sum skilst er ætlanin haraftrat at ogna sær lendi til útstykking í Sandavági.
Grikkalandi hava lýst til verkfall í 48 tímar fyri at mótmæla sparingunum, sum evrulondini og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava álagt griksku politikarunum at seta í verk. Í dag vóru fleiri túsund verkfalsfólk [...] tinghúsið í Athen. Tey vístu á, at síðani tey fyrstu krepputiltøkini blivu sett í verk fyri næstan tveimum árum síðani, hava meiri enn 400.000 grikkar mist arbeiðið, og at arbeiðsloysið nú er um 20 prosent [...] er ikki greitt, hvussu nógv fólk tóku lut í mótmælunum í dag, men fakfeløgini vænta, at umleið ein millión fólk fara at mótmæla í dag og í morgin. Tað er 10 prosent av fólkatalinum. Øll samferðsla liggur
Almenna sýriska sjónvarpið sigur, at tað vóru hermenn og sivilfólk, sum doyðu av bumbunum, sum brustu tætt við ein bygning, sum fregnartænastan heldur til í. Eygleiðarar siga, at hetta er tann fyrsti álvarssami [...] byrjaðu fyri 10 mánaðum síðani, og eygleiðararnir tulka tilburðin sum eitt tekin um, at ófriðurin er í ferð við at breiða seg kring landið. Aleppo er tann næststørsti býurin í Sýrialandi. Stríðsvognar [...] skotið inn í býin Homs. Mannarættindafelagsskapurin Syrian Observatory sigur, at stríðsvognarnir skjóta eftir býnum í einari roynd at berja uppreisturin ímóti Assad niður. Homs hevur verið miðdepil fyri mótstøðuni
Bjargingarfeløgini í Íslandi hava havt úr at gera í nótt, tí veðrið hevur verið vánaligt um at kalla alt landið við nógvum vindi og kava. Nógv bjargingarfólk vórðu boðsend, og tað vóru serliga bilar, sum [...] onkunstaðni gjørdi vindurin eisini skaða á hús. Í morgun mælti løgreglan fólki summastaðni frá at fara út, uttan so at tað var alneyðugt. Trolarin Vestmannaey kom tíðliga í morgun á Eskifjørðin við trolaranum [...] var vindferðin 35 metrar um sekundið, skrivar Vísir. Íslendska veðurstovan sigur, at illveðrið stendur við allan dag, men at tað verður betri í morgin. Tað eru tvey lágtrýst, sum geva íslendingum illveður
meiri gróti til útfylling. - Vit væntaðu við, at grótið fekst á staðnum. Men av tí at tað harða tilfarið ikki var grót, men harður bláleirur, var neyðugt at fáa grót aðrastaðni, sigur Jákup Enni. Hesin [...] - Arbeiðið at gera fótbóltsvøllin gongur væl, og vit roknað heilt vist við, at tíðarætlanin heldur, sigur Jákup Enni, verkfrøðingur hjá Articon. T hevur verið heldur meiri av útgrevstri enn væntað, og [...] tikið. Hetta er alt partur av eini størri verkætlan, nevnd Suðuroyar Ítróttardepil. - Klárt verður at leggja graslíki á vøllin einaferð síðst í mars ella fyrst í apríl mánaði, sigur Jákup Enni við Suð
Arbeiðið við at víðka Norðskála-Oyrar skúla er nú byrjað, og fer væntandi at taka umleið eitt hálvt ár. Longu nú, meðan graviarbeiðið fer fram, ger hetta stórt inntriv á parkeringsplássinum millum skúlan [...] dagstovnin, og inn í skúlagarðin. Harafturat er ikki vandaleyst hjá óviðkomandi at ganga á arbeiðsøkinum. Kommunan hevur tí gjørt av, at Skúlavegur niðan til skúlarnar og dagstovnin verður stongdur fyri almennari [...] bilin frá sær, verður lagt aftrat. Arbeiðsplássið verður byrgt soleiðis av, at trygdarviðurskiftini eru í lagi. Hetta merkir, at sunnari partur av skúlagarðinum ikki verður nýttur, og bert norðara inngongdin