Íslendingar hava verið illa plágaðir av illveðri teir seinastu dagarnar Veðrið hevur verið stak ólagaligt í Íslandi ta seinastu vikuna. Ikki minni enn tríggjar ferðir hava veðurmenninir sagt frá stormi.
Í morgun brann hann á við stormi um tað mesta av Vesturlandinum, og summastaðni var vindferðin upp ímóti 50 metrum um sekundið. Nógvir skúlar hava verið stongdir í dag, og bjargingarfeløgini hava havt úr at gera. Bara í høvuðsstaðarøkinum var 70 ferðir boð eftir bjargingarfeløgunum í morgun og fyrrapartin.
Einki er frætt um stórvegis skaða.










