Arbeiða í Danmark fyri 15 krónur um tíman

Fólk úr Eysturevropa, sum koma til Danmarkar at arbeiða á einum bóndagarði og einum vakstrarhúsi á Fyn, fáa so ringa viðferð, at tað minnir um menniskjahandil. Tað sigur Center Mod Menneskehandel.

Stovnurin veit um eina rumenska kvinnu, sum fekk arbeiði á einum bóndagarði á Fyn. Hon fekk lyfti um góð bústaðar- og lønarviðurskifti, men tey lyftini hildu ikki. Hon bleiv sett at arbeiða upp í 16 tímar um samdøgrið fyri eina tímaløn, sum var frrá 15 krónum og uppeftir. Til bústað fekk hon ein húsvogn, sum hvørki hevði el ella vatn.

Eftir galdandi lóg kunnu arbeiðsgevarar fáa upp í átta ára fongsul, um teir fáa ein útlending til Danmakar at arbeiða undir skeivum fortreytum og noyða viðkomandi at arbeiða ímóti hansara ella hennara vilja. Politikararnir arbeiða við at økja revsimarkið til 10 ára fongsul.