Apple misnýtir Whitney

Síðani Whitney Houston varð funnin deyð í einum hotelkamarið í Beverly Hills, hevur Apple økt prísin fyri tónleik hjá Whitney. Apple verður nú kritisera fyri at misnýta vanlukkuna.

 

Ákærir floyma inn yvir internetgigantin, nú tað er greitt, at kostnaðurin fyri tónleik hjá Whitney Houston á iTunes nú kostar nógv meira. Síðani songkvinnan doyði náttina til sunnudag, er kostnaðurin øktur ógvuliga nógv, vilja útlendskir miðlar vera við.

 

Tað er greitt eftir, at fleiri fjepparar hjá songkvinnuni hava varnast príshækkingina. Eitt nú er kostnaðurin av fløguni “Ultimate Collection” frá 2007 farin frá at vera 27 krónur, til at vera 71 krónur.

 

Hvør stendur handan príshækkingina er enn óvist, men tað hevur verið ført fram, at tað er Sony, sum vil fáa nøkur eyka oyru inn í kassan.

 

Kelda. Eb.dk