- Arbeiðið at gera fótbóltsvøllin gongur væl, og vit roknað heilt vist við, at tíðarætlanin heldur, sigur Jákup Enni, verkfrøðingur hjá Articon.
T hevur verið heldur meiri av útgrevstri enn væntað, og tí var neyðugt við meiri gróti til útfylling.
- Vit væntaðu við, at grótið fekst á staðnum. Men av tí at tað harða tilfarið ikki var grót, men harður bláleirur, var neyðugt at fáa grót aðrastaðni, sigur Jákup Enni. Hesin spurningurin er nú loystur.
Tvøroyrar Kommuna hevur keypt økið í Øravíkarlíð, har Poul Hansen einaferð skuldi byggja heilsølu, og úr hesum økinum verður grótið til arbeiðið í Trongisvági tikið.
Hetta er alt partur av eini størri verkætlan, nevnd Suðuroyar Ítróttardepil.
- Klárt verður at leggja graslíki á vøllin einaferð síðst í mars ella fyrst í apríl mánaði, sigur Jákup Enni við Suðuroyarportalin.










