Avmarkingar í ferðsluni á Oyrarbakka

Arbeiðið við at víðka Norðskála-Oyrar skúla er nú byrjað, og fer væntandi at taka umleið eitt hálvt ár.

Longu nú, meðan graviarbeiðið fer fram, ger hetta stórt inntriv á parkeringsplássinum millum skúlan og dagstovnin, og inn í skúlagarðin. Harafturat er ikki vandaleyst hjá óviðkomandi at ganga á arbeiðsøkinum.

Kommunan hevur tí gjørt av, at Skúlavegur niðan til skúlarnar og dagstovnin verður stongdur fyri almennari ferðslu yrkadagin millum klokkan 9 og 16, heilt til arbeiðið verður liðugt á sumri 2012.

- Stórt parkeringsøki er við Eydnuna, sum liggur nærhendis, og har kunnu starvsfólk og vitjandi seta bilin frá sær, verður lagt aftrat.

Arbeiðsplássið verður byrgt soleiðis av, at trygdarviðurskiftini eru í lagi. Hetta merkir, at sunnari partur av skúlagarðinum ikki verður nýttur, og bert norðara inngongdin verður opin.