Túsundtals grikkar mótmæla krøvum

Fakfeløgini í Grikkalandi hava lýst til verkfall í 48 tímar fyri at mótmæla sparingunum, sum evrulondini og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava álagt griksku politikarunum at seta í verk.

Í dag vóru fleiri túsund verkfalsfólk uttan fyri tinghúsið í Athen. Tey vístu á, at síðani tey fyrstu krepputiltøkini blivu sett í verk fyri næstan tveimum árum síðani, hava meiri enn 400.000 grikkar mist arbeiðið, og at arbeiðsloysið nú er um 20 prosent.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv fólk tóku lut í mótmælunum í dag, men fakfeløgini vænta, at umleið ein millión fólk fara at mótmæla í dag og í morgin. Tað er 10 prosent av fólkatalinum.

Øll samferðsla liggur still orsakað av verkfallinum, og nógvir almennir bygningar standa tómir, tí har er eingin til arbeiðis, skrivar AFP úr Athen.