arbeiða saman, og tað er fyrst og fremst arbeiðið við móðurmálsorðabókini. Eg øvundaði honum mangan hansara eldhuga og vitan um føroyskt. Og eg fari samstundis at takka honum fyri eggjan og vælvild, hann [...] eitur Birna Patursson úr Kirkjubø, og har búgva tey nú. Tey eiga fýra børn, tveir dreingir og tvær gentur, og abbabørnini fjølgast. Og barngóður er hann sum fáur, og blíð og fryntlig eru hjúnini at koma inn [...] maður fyrst og fremst er kendur sum málfrøðingur, so er hann so nógv annað, m.a. so er hann ikki einsamallur. Mong tykkara munnu longu hava gitt, hvør maðurin er. Hann er giftur og hevur eina konu og býr
skrið av suðri og útsynningi, sólglottar og ælingur og hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið mikudagin: Hvassur vindur ella skrið av útsynningi og suðri og regn ella ælingur. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið [...] hósdagin: Fyrst upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Út á dagin støkkur hann vesturum til útsynning og vestan og minkar vindin til andøvsgul. Tað klárar í, men ælingur. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið [...] Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, seinni snarar hann í útsynning. Regn av og á og hitin kemur upp í 7 til 10 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, undir 1000 hPa.
var so ótrúliga langt úti og so púrasta burturvið. Eins væl og Heini O. Heinesen og Finnbogi Ísakson eru valdir til at arbeiða fyri hesum landi, so havi eg eisini ein flokk og eina veljarafjøld, sum velur [...] ri Fíggjarlógin fyri 1999 var til viðgerðar 7. og 8. oktobur. Eg var tá staddur á danatingi í arbeiðsørindum og hevði tikið farloyvi frá løgtinginum, og varamaður mín Mikkjal Sørensen úr Porkeri hevði [...] okkum óskerdan blokk til og við ár 2001. Hvar var hin árvakni og eftiransni tngformðaurin? Eitt er, hvat Heini O Heinesen sigur, men annað er, at tingformaðurin góðtók hetta orðaval og hesar ákærur uttan so
mótstøðuliðið, og tá tíggju minuttir vóru eftir, vóru teir knappliga á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, 24-23. Men so brast aftur. Neistin gjørdi eitt ordans hál og kom upp á 29-25, og bert tríggir minuttir [...] knappligt, og vit høvdu als ikki vant nakað frammanundan. Vit hava eisini tapt stórt móti bæði VÍF og StÍF, men eg haldi, at vit raktu botnin móti strandingum. Nú eru vit um at koma í venjing, og tað sæst [...] nógva umrøðu, tá hondbólturin á Runavíkarleiðini valdi fyrst at taka seg úr øllum kappingunum og síðani at taka seg úr Nes Sóknar Ítróttarfelag og stovna sítt egna felag, men Arnfinn heldur, at avgerðin
Guðmundsson hjá H71 er fyrst og fremst ein stórskjútti, meðan Jákup Jónsson hjá Kyndli er ein hondbóltsúrmælingur í allar mátar. Hann er ein góður skjútti, stinnur í verjuni, og so er hann eisini ein framúr [...] mansdeildini í hondbólti millum H71 og Kyndil sunnudagin, fara neyvan at minnast dystin fyri vakurt og flótandi hondbóltsspæl. Tað verða heldur tær mongu útvísingarnar og ljóta spælið, sum fara at seta seg [...] Vestergaard fekk sína triðju útvísing. Kyndil kom upp á bæði 21-24 og 22-25, og hóast Hans Guðmundsson nú eisini hevði fingið sína triðju útvísing og harvið reytt kort, so tóktist tað ongantíð verða nakar vandi
Level Marketing, og Network Marketing, ein praktiserar viðv. firma og forrætningsavtalur uttanlands. Tað verður skipað fyri fundar- og skeiðvirksemi, og venjing, at kunna keyparar og seljarar um at arbeiða [...] fyri heilsu- og kosmetikkvørum í Føroyum, gávu- og prýðislutum og stuldrarskipanum, og tólum, ið ein fæst við. So hóast stóran áhuga, hava nógv óviðkomandi roynt at oyðileggja forrætningarnar og hevur ein [...] kunnað Toll- og Skattstovu, Tolldeild og Postverki um slíkar forrætningsmøguleikar, og at ein skal ogna sær ein av startpakkunum, fyri at byrja slíkar forrætningar, og hvar ein ikki betalir toll og m.v.g. av
fløguni eru umframt Simma og Annefíu og Terji Rasmussen, Pætur Háberg og Regin Guttesen. Hini løgini eru øll útlendsk og meira ella minni kend. Tekstirnir eru allir føroyskir, og tey, ið hava skrivað tekstir [...] hevur næstan hug at siga: Endiliga ein fløga, har høvuðsmálið ikki fyrst og fremst er at skora kassan á jólum, men har sera nógv orka og nógvir pengar ? sum Gissur Patursson heldur ikki duldi fyri á samkomuni [...] Teir vóru fyrr í summar í Nashville í USA og tóku upp trummur, akkustiskar guitarar og saxofon og okkurt klaverið. Restin er innspælt í Føroyum í JakZac-studio, og úrslitið er framúrskarandi. Teir fimtan
ongantíð ivi um at TB var betra liðið. Tær hava eitt skipað álopsspæl og á liðnum eru fleiri leikarar sum eru framúr góðir. Sláa hart og neyvt og tað ger tað trupult hjá mótstøðuliðunum. Tá mótstøðuliðið so ikki [...] styttri enn fyrsta og nú sást, um møguligt, enn týðuligari hvat av liðunum lá í ovaru rók og hvat lá niðari. TB vísti tað sum eftir var av dystinum at tað vóru tær, sum vóru sterkara liðið og vunnu annað sett [...] verða tað liðið, sum liggur fremst, tá til stykkis kemur. TB hevur spælt móti Mjølni í Klaksvík og tann dystin taptu tær 3-0. Men um ikki so langa tíð skal Mjølnir til Tvøroyrar, og tá kundi meiri enn so hent
hesum dystinum og Mjølnir vann eisini hetta settið klárt og týðuliga. Triðja sett endaði við einum 15-7 sigri til Mjølnir og tískil kundu tær fara aftur til Klaksvíkar við tveimum stigum og einum góðum settmuni [...] Fleyr og Mjølnir møttust eisini í kvinnudeildini sunnudagin og var dysturin hjá monnum einsrættaður til fyrimuns havnarmanna, so var dysturin hjá kvinnunum tað beint øvugta. Mjølnir smurdi Fleyr av, so [...] løgdu harðast út. Tær løgdu seg á odda í fyrsta setti og einu løtuna vóru tær á odda 6-2. Men so kom av álvara stígur í. Mjølnir yvirtók spælið og áðrenn Fleyrkvinnurnar aftur høvdu fingið eyguni upp,
minst fyrrverandi spælarar, sum kunnu geva bæði hugskot og royndir til kvinnufótbóltin. Men tað sum varð undirstrikað á ráðstevnuni var fyrst og fremst, at týdningarmiklasta arbeiðið ikki beinleiðis nýtist [...] grundini av, og arbeiðið, sum ensku vertirnir gera í skúlunum og tílíkum stovnum varð tikið fram sum ein góð fyrimynd hjá teimum, sum framvegis ikki eru komin so langt við kvinnufótbóltinum og hjá teimum [...] framvegis arbeiða við at fáa eitt landslið og eina landskapping upp at standa. Meðan summi lond kunnu greiða frá, at fótbóltur er vorðin fremsta ítróttargreinin hjá kvinnum og gentum, royna onnur framvegis at yvirkoma