um, at yvirtaka øll málsøki sambært Heimastýrislógini eftir fastari skipan, at minka blokkin so líðandi niður, og tá ið hetta er liðugt, verður ein nýggja fólkaatkvøða, har fólkið fær møguleika at taka [...] forman sjálvstýrisfloksins at greiða fundarfólkinum frá, hvussu fólkaatkvøðan verður skipað, og um ítøkiliga innihaldið. Øll sjálvstýrissinnað eru vælkomin. Og til ber at tekna seg sum lim í flokkinum [...] Sjálvstýrisflokkurin skal tryggja, at vit koma trygt á mál í Sjálvstýrismálinum. Og tað hava vit ongantíð havt so góðan møguleika til sum júst nú. Tað er Føroya fólk sum savnað og miðvíst skal seta dagsskránna
ofta lyndi til at tosa meiri um eina møguliga oljuvinnu. Í løtuni er meir umráðandi at vit fyrst og fremst skapa góð livilíkindi til verandi vinnur og tænastur. M.a. hoyrdu vit herfyri, at næststørsta ú [...] Havnar býráð Tað er eitt gott og sunt vinnulív, sum er við til at skapa inntøkugrundarlagið hjá kommununum og landinum. Vit vilja bera so í bandið at umstøðurnar hjá vinnulívinum á sjógvi og landi gerast so [...] útflutningsvinnan í Føroyum, sjógvalingin, vantandi fór at vaksa til uml. 100.000 tons innan nøkur fá ár. Henda vinna er sera stór í Tórshavnar Kommunu, við alibrúkum á Gulanum, í Kaldbaksfirði og í Kollafirði
løtuni. Søgan er tann sama sum viðvíkjandi undanfarnu norsku línubátunum sum royna undir Føroyum at mett verður at »Øyliner« hevur ov nógva hjáveiðu. Nú er so eingin ivi um hjáveiðuprosentið, tí í kunngerðarblaðnum [...] bátar Tá ið vit tosaðu við Vaktar- og Bjargingartænastuna var ilt at siga, hvussu nógv »Øyliner« hevði í lastini, men tað fæst so neyvt at vita, tá ið báturin er landaður. Seinastu tíðina hava verið upp [...] eftirlitstænastan ein grundaðan mistanka um at hjáveiðan helst var í meira lagi. Tað eru Fiskiveiðieftirlitið og Skipafelagið sum standa fyri landingini, og vísir tað seg, at hjáveiðiprosentið er omanfyri tað mest
deild hjá SL kundi skaðin sveisast aftur í Skopun, men av tí at einki hóskandi tilfar var at finna í Sandoynni, mátti skipið sigla til Havnar at verða umvælt. Leiðin um Vestmannasund var eisini darvað eitt [...] aftur sigla um Skopunarfjørð við fólki og farmi. Tað, sum hendi við Tróndi var, at ein kantur á gronini, sum skipið brúkar at hefta seg í ferjuleguna við, brotnaði, tá skipið í nógva súginum arbeiddi so hart [...] ikki orsøkin, hóast tað frættist úr Vágum, at nógvur súgur eisini var í Vestmannasundi av vesturættini í gjár. Tað, sum darvaði Vesturleiðini gjáramorgunin var, at ein oljutrýstslanga í ferjuleguni á Oyragjógv
báðar Marion og Marit. Giti, at navnið á bólkinum kemur av hesum. Hevur ein tíð, hegni og hug, so er at seta hesa fløguna í fløguopið á telduni, tí so fær ein tilboð um at skráseta alt millum himmal og [...] diddupoppur. Gamaní. Men her tykist at verða góðska undir øllum sukrinum. Her er ikki bert talan um vánaligan, søtan kost. Tað tykist, sum er styril í. Kundi hugsa mær, at hetta er nakað, sum klistrar á hittlistum [...] digitalu tíðum.) Men fløgan kann eisini væl nýtast bert til oyruni, tí her er talan um tvær, ið duga at syngja. Og mín sann eisini skriva. Jú, her er tónleikur, ið flýtur sum hunangur inn ígjøgnum oyragangirnar
men landsstýrismaðurin vísir til, at danskir myndugleikar hava ábyrgdina. ? Viðmerkjast skal, at tað er ikki bara henda løgtingssamtyktin, sum er samtykt, uttan at danskir myndugleikar hava gingið ynski [...] 1999 um at seta í gildi fyri Føroyar »lov om ægteskabs indgåelse og opløsning« ikki enn er útint við eini kgl. fyriskipan. Danir ábyrgdina Í viðmerkingunum til spurningin, sigur Jenis av Rana, at tá nevnda [...] hesum nú sóu ein møguleika fyri frameftir at hava vígslur í teimum føroysku fríkirkjunum Men nú er eitt gott ár farið síðan hesa løgtings-samtykt, uttan tó at ríkis-myndugleikin hevur virt áheitan Løgtingsins
hevur tað verið Bárður Johannesen, sum hevur staðið við stýrisvølin. Orsøkin til, at Bárður nú gevst í hesum sessi at, at hann um summarið er málverji á besta mansliðnum hjá HB, og tískil ikki hevur stundir [...] vorðið til tvey FM-heitið. Sjálvur heldur Sophus eisini, at hetta er hin mest náttúrliga loysnin, tí hann kennir so at siga allar leikararnar, og at tveir mánaðir hevði verið alt ov stutt tíð hjá einum møguligum [...] verið roknað sum ein fyribils loysn. Loysnin fyri restina av kappingarárinum er nú funnin, og er hon, at Sophus Dahl Christiansen, sum í ár venur besta mansliðið hjá Kyndli, eisini skal taka sær av kvinnuliðnum
Bergen. Summarferðaætlanin er í ár frá 15. mai til 9. september. Hetlendska ferðaráðið sigur, at umframt at vera portur úr Norðanlondum til Skotlands, hevur Hetland eina rúgvu av tilboðum til summargestirnar [...] møguleiki er at royna hetlendskan mat og tónleik. Eisini er ein rúgva av øðrum tiltøkum sum til dømis festivalar ymsa staðni í landinum, »motor show«, »Shetland Pony show« og búnaðarsýning. »Vit vóna, at gestir [...] fara at dáma líka væl, sum gestirnir í fjør heilt greitt gjørdu,« sigur Maurice Mullay í tíðindaskrivinum frá Shetland Islands Tourism og leggur aftrat: »Tað hevur ongantíð verið ein betri løta at vitja
1998 og um landsroknskapirnar 95-98 skal kanningarstjórin - við atliti at ásetingini í stýrisskipanarlógini um, at ?hann skal, eftir at hann hevur kannað málð, gea eina frágreiðing til løgtingið, hvørt f [...] ?. Finnbogi Ísakson sigur við Sosialin, at hann nú fer at finna ein kanningarstjóra. Hann skal vera løgfrøðingur og løgtingsformaðurin heldur tað má ber til at finna ein persón, sum stendur púra óheftur [...] Arbeiðssetningurin er hesin: Kanningarstjórin skal kanna og kortleggja gongdina, sum førdi til, at landsstýrismaðurin í menta- og undirvísingarmálum rindaði Sjónvarpi Føroya 1,6 mió. kr. úr gjaldføri
fram uppskot viðvíkjandi at panta fyri skatt sum er álíknaður eftir løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur fíggjarmálaráðharrin, at í sambandi við skipan av [...] ber hetta við sær, at heimildin til m.a. panting fyri skatt o.a. hevur verið hjá Føroya Gjaldstovu. Fyrr í ár vórðu broytingar gjørdar í toll-, skatta- og avgjaldslógunum soleiðis, at tær heimildir, ið [...] sambandi við panting. Við hesum lógarbroytingum fær Toll- og Skattstova Føroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjøld í sambandi við panting.