Bara Sambandið ikki við

Tingmenn úr øllum flokkum uttan Sambandsflokkinum hava skrivað undir áheitan á løgtingsformannin um at seta ein kannngarstjóra at kanna Signar á Brúnni/sjónvarpsmálið.

Arbeiðssetningurin er hesin: Kanningarstjórin skal kanna og kortleggja gongdina, sum førdi til, at landsstýrismaðurin í menta- og undirvísingarmálum rindaði Sjónvarpi Føroya 1,6 mió. kr. úr gjaldføri landskassans 23. juli 1999. Við støði í hesum kanningum og frágreiðingunum frá løgtingsgrannskoðarunum um roknskapin hjá Sjónvarpi Føroya í 1998 og um landsroknskapirnar 95-98 skal kanningarstjórin - við atliti at ásetingini í stýrisskipanarlógini um, at ?hann skal, eftir at hann hevur kannað málð, gea eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt? - meta, um avgerðin hjá landsstýrismanninum var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum, herundir ta játtanarskipan, sum er ásett í fíggjarlógtingslógini?.

Finnbogi Ísakson sigur við Sosialin, at hann nú fer at finna ein kanningarstjóra. Hann skal vera løgfrøðingur og løgtingsformaðurin heldur tað má ber til at finna ein persón, sum stendur púra óheftur í hesum máli, nú vit jú hava hópin av løgfrøðingum.

6 tjóðveldistingmenn, 4 úr Fólkaflokkinum, ein úr Javnaðarflokkinum, ein úr Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkatingmaðurin hava skrivað undir áheitanina.