Summarið byrjar í Hetlandi, tá Norrøna er komin, sigur Maurice Mullay, stjóri í hetlendska ferðaráðnum, Shetland Islands Tourism.
Hetlendska ferðaráðið sigur í tíðindaskrivi, at tey heilsa Norrønu sum einum vælkomnum bindiliði millum Hetland, Føroyar og Noreg.
Norrøna var fyrstu ferð í summar í Hetlandi mánadagin á veg til Bergen. Summarferðaætlanin er í ár frá 15. mai til 9. september.
Hetlendska ferðaráðið sigur, at umframt at vera portur úr Norðanlondum til Skotlands, hevur Hetland eina rúgvu av tilboðum til summargestirnar.
Ein serligur summarpakki er í ár gjørdur í samband við túsundáraskiftið. Í pakkanum er millum annað tey væl umtóktu hetlendsku kvøldini, har møguleiki er at royna hetlendskan mat og tónleik. Eisini er ein rúgva av øðrum tiltøkum sum til dømis festivalar ymsa staðni í landinum, »motor show«, »Shetland Pony show« og búnaðarsýning.
»Vit vóna, at gestir okkara í summar fara at dáma líka væl, sum gestirnir í fjør heilt greitt gjørdu,« sigur Maurice Mullay í tíðindaskrivinum frá Shetland Islands Tourism og leggur aftrat:
»Tað hevur ongantíð verið ein betri løta at vitja Hetland.«