Ólavur í Beiti
Klokkan 04 hósmorgunin var norski frystilínubáturin »Øyliner« hjá vaktrarskipinum »Gorm«, og verður norski frystilínubáturin landaður á Havnini í løtuni. Søgan er tann sama sum viðvíkjandi undanfarnu norsku línubátunum sum royna undir Føroyum at mett verður at »Øyliner« hevur ov nógva hjáveiðu.
Nú er so eingin ivi um hjáveiðuprosentið, tí í kunngerðarblaðnum hósdagin stendur kunngerðin um tey 30 prosentini, men so er spurningurin um klokkutíman tá ið »Øyliner« varð tikin.
12 bátar
Tá ið vit tosaðu við Vaktar- og Bjargingartænastuna var ilt at siga, hvussu nógv »Øyliner« hevði í lastini, men tað fæst so neyvt at vita, tá ið báturin er landaður.
Seinastu tíðina hava verið upp í 12 norskir frystilínubátar undir Føroyum og tað er loyvda talið av norskum línubátum. »Øyliner« hevur eisini roynt nakað nógv av tíðini norðan fyri og tí hevði føroyska eftirlitstænastan ein grundaðan mistanka um at hjáveiðan helst var í meira lagi.
Tað eru Fiskiveiðieftirlitið og Skipafelagið sum standa fyri landingini, og vísir tað seg, at hjáveiðiprosentið er omanfyri tað mest loyvda verður mannagongdin tann sama sum í undanfarnu førum at málið verður latið fútanum.