Ólavur í Beiti
Í farnu viku legði fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, fram uppskot viðvíkjandi at panta fyri skatt sum er álíknaður eftir løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur fíggjarmálaráðharrin, at í sambandi við skipan av Fíggjarmálastýrinum er innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. við gildi frá 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.
? Lógargrundarlagið varð ikki broytt í sambandi við yvirflytingina, og ber hetta við sær, at heimildin til m.a. panting fyri skatt o.a. hevur verið hjá Føroya Gjaldstovu. Fyrr í ár vórðu broytingar gjørdar í toll-, skatta- og avgjaldslógunum soleiðis, at tær heimildir, ið fyrr lógu hjá Føroya Gjaldstovu viðvíkjandi innkrevjing og panting, nú eru hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
Og viðvíkjandi hesum broytingunum, verður sagt, at tær lógarbroytingar, ið nú verða lagdar fyri Løgtingið, eru m.a. broytingar í løgtingslóg um panting fyri skatt og um avgjøld í sambandi við panting. Við hesum lógarbroytingum fær Toll- og Skattstova Føroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjøld í sambandi við panting.