Vinnulívið í Tórshavnar Kommunu

Nú oljuvinnan stendur fyri durum, hava vit lyndi til at seta alla orku inn á hesa vinnu, men tað er av stórum týdningi, at vit ikki gloyma verðandi vinnulív í kommununi.

Uni Danielsen

Valevni Fólkafloksins til Havnar býráð



Tað er eitt gott og sunt vinnulív, sum er við til at skapa inntøkugrundarlagið hjá kommununum og landinum. Vit vilja bera so í bandið at umstøðurnar hjá vinnulívinum á sjógvi og landi gerast so góðar sum tilber. Tórshavnar Kommuna hevur eitt gott vinnulív, handilslív og tænastu-vinnu. Tað skulu skapast góðir karmar til allar hesar vinnur. Vit hava ofta lyndi til at tosa meiri um eina møguliga oljuvinnu. Í løtuni er meir umráðandi at vit fyrst og fremst skapa góð livilíkindi til verandi vinnur og tænastur.

M.a. hoyrdu vit herfyri, at næststørsta útflutningsvinnan í Føroyum, sjógvalingin, vantandi fór at vaksa til uml. 100.000 tons innan nøkur fá ár. Henda vinna er sera stór í Tórshavnar Kommunu, við alibrúkum á Gulanum, í Kaldbaksfirði og í Kollafirði, smoltstøð í Norðadali.

Kommunan skal framhaldandi, í samráð við vinnuna, skapa karmar so vøksturin innan vinnuna eisini liggur eftir her í kommununi.

Vit á lista A vita, at tað er vinnulívið sum skapar framburðin.