Tróndur fekk skaða av súgi

Strandfaraskipið, Tróndur, mátti gjaramorgunin takast úr sigling, orsakað av einum skaða skipið fekk av nógvum súgi í Havini í Skopum

Týsmorgunin mátti strandfaraskipið, Tóndur, umvælast á Tórshavnar Skipasmiðju, eftir ein lítlan skaða, hann fekk av nógvum súgi í Havnini í Skopun.

Talan var ikki um nakran stóran skaða, og um middagsleitið kundi Tróndur aftur sigla um Skopunarfjørð við fólki og farmi.

Tað, sum hendi við Tróndi var, at ein kantur á gronini, sum skipið brúkar at hefta seg í ferjuleguna við, brotnaði, tá skipið í nógva súginum arbeiddi so hart móti ferjuleguni í Skopun.

Sambært teknisku deild hjá SL kundi skaðin sveisast aftur í Skopun, men av tí at einki hóskandi tilfar var at finna í Sandoynni, mátti skipið sigla til Havnar at verða umvælt.

Leiðin um Vestmannasund var eisini darvað eitt sindur gjáramorgunin, men her var súgur í sjónum ikki orsøkin, hóast tað frættist úr Vágum, at nógvur súgur eisini var í Vestmannasundi av vesturættini í gjár.

Tað, sum darvaði Vesturleiðini gjáramorgunin var, at ein oljutrýstslanga í ferjuleguni á Oyragjógv var farin. Brekið varð skjótt umvælt, og tí gjørdist leiðin um Vestmannsund eisini reglulig fyri middag í gjár.