Ríkismyndugleikin ikki virt áheitanina

Jenis av Rana hevur nú spurt Vibeke Larsen, ríkisumboð, hví ein kongilig fyriskipan viðvíkjandi hjúnabandslógini ikki enn er útint

ÓLAVUR Í BEITI


Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur spurt Vibeke Larsen, ríkisumboð, um ríkisumboðið fær greitt Løgtinginum frá, hví ríkislógartilmæli samtykt av Løgtinginum 16. apríl 1999 og staðfest og kunngjørt ríkismyndugleikunum av løgmanni 23. apríl 1999 um at seta í gildi fyri Føroyar »lov om ægteskabs indgåelse og opløsning« ikki enn er útint við eini kgl. fyriskipan.


Danir ábyrgdina

Í viðmerkingunum til spurningin, sigur Jenis av Rana, at tá nevnda ríkislógartilmæli varð einmælt samtykt á Løgtingi, vóru nógv fólk væl nøgd, millum onnur tey, sum við hesum nú sóu ein møguleika fyri frameftir at hava vígslur í teimum føroysku fríkirkjunum Men nú er eitt gott ár farið síðan hesa løgtings-samtykt, uttan tó at ríkis-myndugleikin hevur virt áheitan Løgtingsins.

? Undirritaði hevur sett munnligan fyrispurning til Høgni Hoydal, landsstýrismann, um m.a. hetta sama mál, men landsstýrismaðurin vísir til, at danskir myndugleikar hava ábyrgdina.

? Viðmerkjast skal, at tað er ikki bara henda løgtingssamtyktin, sum er samtykt, uttan at danskir myndugleikar hava gingið ynski Løgtingsins á møti, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum.