meirilutin í býráðnum vil lækka kommunuskattin 0,75 prosent, so at hann verður 19 prosent næsta ár. Tað helt Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi, nú býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Samtyktin [...] hon kann setast í gildi. Men hinvegin heldur Jógvan Arge, at tað er minni gott, at tað er fyrst og fremst í hevnisøku, at skatturin er lækkaður, tí at gamli meirilutin hevur mist ræðið í býráðnum. - Tað [...] als onki er gjørt við at spara í rakstrinum, verða íløgurnar allur buffarin. Hann vísir á, at samgongan, sum enn situr í býráðnum, hevur alla tíðina lagt seg eftir at hava einar 140 milliónir um árið til
dagin, og helst fara vit ein biltúr í ár eisini. Tað sigur Kristian Martin Petersen í Fuglafirði. Hvussu heldur tú ólavsøku? - Í nógv ár hava vinfólk boðið okkum í føðingardag og brunsj á miðdegi eftir [...] táttur í okkara mentan, og vit velja tað, sum passar best til okkum. So, alt í alt haldi eg, at tað er eitt gott sosialt og mentanarligt íkast at fara á ólavsøku, sigur Kristian Martin Petersen í Fuglafirði [...] fara vit á møti í Meinigheitshúsinum eisini. Hvat er tað besta við ólavsøkuni? - Tað er hátíðarligt, at gudstænastan er á middegi. Hetta er vakurt, gott, sera tignarligt og sømir seg væl í okkara landi.
kontrollørin í Apilataq um, at vit ikki komu aftur við boðum um, at teir skuldu fáa tað, sum lá eftir har. Men tað sær ikki út, sum teir hava havt áhuga í tí. Vit sigldu so ein rundtúr í Kaphavnini. Har [...] frá. Nú skal eg ikki dylja, at eg var ein, sum róði út har í trý ár. Tað einasta, sum stóð nøkurlunda uppi, var íbúðarskúrurin hjá okkum. Alt annað var »ruinir«. Oljutunnur og viður frá skúrunun fleyt um [...] Ravnoynna. Har vóru vit í báðum havnunun. Har var tað nakað serligt, at við á ferðini var ein dama, sum hevði verið har yviri sum 10 ár gomul við mammu síni, sum var kokkur. So varð farið í Gretefjørðin, og vit
skuldi vinna til dagsins uppihald hjá sama arbeiðsgevara. Eftir at hava starvast í nøkur ár í Tórshavn, kom Aage suður aftur at starvast hjá Landsverkfrøðinginum. Hann tók starvið upp eftir Brattaberg [...] 20. februar í ár andaðist Aage N. Olsen. Hann varð 72 ára gamal. Ikki gekst Aaga so væl barna og unglingaárini. 5 ára gamal misti hann pápan og 15 ára gamal misti hann móður sína. Hann varð eftir hetta [...] gott. Seinni fór hann í læru á bedingini sum handverkari. Fosturpápin Eliesar, kallaður Eliesar á bedingini, var meistari. Aage fekk eisini hetta tilnavn og varð aldri nevndur annað enn Aage á bedingini
føroyskar myndugleikar tað allarminsta. Vit sóu í Svørtubók, hvussu lítið danskir og NATO-myndugleikar virdu Føroya Landsstýri, tá NATO skuldi byggja støð í Føroyum í 50-árunum. Bara sitandi løgmenn vórðu kunnaðir [...] Í heili 16 ár søgdu danskir verjumyndugleikar einki við Føroya Landsstýri um ætlanina at byggja eina nýggja eftirlitsskipan á Loranstøðini á Eiði. Og eftir at løgmansskrivstovan hevur ligið á upplýsingum [...] upplýsingum og fyrispurningum í næstan tvey ár, er málið sent uttanlandsnevndini. Hví drálaði landsstýrið so leingi? Tað ljóðar so óskyldugt at seta upp nakrar antennur - meistrar við Eiðisvatn á Eiði. Men onkur
tann danski javnaðarflokkurin, sum, hóast tú í politikki aldrin skal siga aldrin, í hvussu so er ikki í núverandi hami, kemur at hava tað stóra orðið at siga í donskum politikki. Hin føroyski javnaðarflokkurin [...] ítøkiligur veruleiki fyrr enn tvey ár seinri, (tað stóra syndafallið, sum onkur hevur kallað árið 1906) so var tvíningur longu komin í tjóðskaparspurninginum. Hans Andrias var í sjálvstýrispartinum og roynir [...] sum ikki vildu hava føroyskt innum skúla- og kirkjugátt. Í øllum tjóðum og einstaklingum er ein teskandi ella rópandi rødd, sum sigur: Best man vera sum er. Vit vilja ongar broytingar hava. Men tað var ein
Starvsfólkið á tíðindadeildini í Kringvarpinum vendir sær nú til formannin í Kringvarpsstýrinum, Rúna Heinesen. Í brævi til hansara skriva tey soleiðis: »Starvsfólkið á tíðindadeildini í Kringvarpinum kennir seg [...] tíðindadeildini. Vit hava mótmælt ætlanini at siga tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum upp, og vit hava gjørt stjóran varugan við, at ætlaðu fíggjarligu karmarnir á tíðindadeldini komandi ár eru alt ov avmarkaðir [...] haldgóða orsøk. Haraftrat vísa vit til samskiftið, vit hava havt við partarnar í málinum. Samskiftið er viðheft teldupostinum. Seinasta svarið, vit hava fingið frá stjóranum, dagfest 11. januar 2010 er ikki
Sunnudagin upprennur dagurin, sum tey í NSÍ hava bíðað eftir síðani besta fótbóltsliðið hjá teimum fyri fyrstu ferð royndi seg í fremstu røð. Tað var í 1976! Eingin ivast í, at NSÍ fer at fáa stig og vinna [...] studentaskúlaflokkinum. Í gjárkvøldið var alt NSÍ liðið samlað aftur við Løkin, og í kvøld fara teir at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til síðsta heimadystin í ár. Tað verður í hesum dystinum, at tað [...] og alt tað formella við steypi og gullkrónum. Annað er, at tað í Runavík verður arbeitt við, at tað væl og virðiliga skal markerast, tá ið NSÍ sunnudagin í sínum 50. ári hevur vunnið fyrsta FM heitið.
Ráðstevna Aftur í ár verður skipað fyri stórari fiskivinnuráðstevnu, nú Føroya Sjómannadagur á triðja sinni verður hildin í landsins størsta fiskivinnubýi, Klaksvík. Stevnan verður í Skálanum í Klaksvík, og [...] Norðoyggjar annars hava meira enn nakað annað øki í landinum verið neyvt tengt at húkavinnuni upp ígjøgnum tíðirnar. Og tó. Trolaravinna Fleiri trolarar eru heimahoyrandi í Klaksvík í dag. Umframt stóru [...] Teir hava allir tríggir tilknýti til fiskivinnuna og kunnu sigast at umboða flestu tættir í vinnuni á sjónum. Tungvektarar Hetta eru aðru ferð, at skipað verður fyri slíkari fiskivinnuráðstevnu í sambandi
so virkað í smá 30 ár. Men 30 ár er long tíð. Í hesi ár hevur staturin álagt kommunum nógv fleiri uppgávur. Umhvørvismál, eftirlit av ymiskum slag, sosialmál í stóran stíl umframt mangt annað. Fyri tær [...] hjá teimum, sum vilja hava samanlegging, er orsøk til nýggju kósina. Meira hugsandi er, at fíggjarligir veruleikar í smáu kommunum hava havt størri ávirkan. Tá ið eg fylgi við í orðaskiftinum á Bornholm [...] teir búgva. At tað so eisini verður møguligt at gera eina tekniska fyrisiting í staðin fyri seks (fimm í kommunum og ein í amtskommununi), eina mentunnarfyrisiting, eina sosiala fyrisiting o.s.fr. eigur