Ljós yvir landið

Bara 21 ára gamalur, í 1904, yrkir Hans Andrias henda eggjandi sangin, ið byrjar við orðunum: »Ljós yvir landið og í barmi manna/lívsfríska megi,/so ein hvør kann sanna«. Sangurin hevur verið brúktur alla hesa øldina til at eggja fólki við, men best kend er tann beiska uppgevandi reglan, tá ið hon stendur einsamøll: »Saman at halda var ei okkum givið«.

Hóast partapolitikkurin ikki var ítøkiligur veruleiki fyrr enn tvey ár seinri, (tað stóra syndafallið, sum onkur hevur kallað árið 1906) so var tvíningur longu komin í tjóðskaparspurninginum.

Hans Andrias var í sjálvstýrispartinum og roynir at eggja hin partin, sínar landsmenn, til at standa saman um tjóðskaparmál t.d. málið.

Striltið hevur gingið. Mangur hevur lagt nógv fyri og onkur fingið deyðamein, tøkini vóru ov tung, men kvinkað er hin rætta vegin. Torir og dugir nakar at ímynda sær, hvussu støðan hevði verið, um hetta stríð ikki var strítt.

Reglan hevur eisini verið brúkt sum prógv fyri, hvussu vánaligir føroyingar vóru, og at tílíkt fólk kundu ikki stýra sær sjálvum.

Tað vóru jú føroyingar sjálvir, sum ikki vildu hava føroyskt innum skúla- og kirkjugátt. Í øllum tjóðum og einstaklingum er ein teskandi ella rópandi rødd, sum sigur: Best man vera sum er. Vit vilja ongar broytingar hava.

Men tað var ein triði partur, eitt annað land, sum hevði tað politiska valdið. Har sat ein máttmikil amtmaður, sum við sínum embætismonnum, sýslumenn, prósturin (við sínum prestum) og allir kongsbøndirnir. Hóast hesir menn vóru føroyingar, skuldu teir fyrst og fremst vera danskir embætismenn, ikki minst um teir sótu í Tinginum. Tað kundu koma teimum dýrt at standa, um teir ikki ágrýtnir virkaðu fyri tí danska politikkinum, sum lá í kortinum. Soleiðis at vera í tí rætta partinum, honum sum valdið átti, kundi um illa vildi til, altíð loysa seg. Hetta fingu sjálv embætismenn á lágum støði t.d. lærarar at sanna.

Eisini hin vanligi maðurin kundi merkja sviðan av ikki at vera í tí rætta partinum.

Um degini sá eg ein javnaðarmann brúka regluna: »Saman at halda var ei okkum givið«. Tað hevur hann sín sjálvsagda rætt til, men eg støðgaði á, tá eg las regluna brúkta soleiðis og kom at hugsa um Hans Andrias, sum hevði stóran samhug við tí minni menta, men bleiv ikki limur í tí javnaðarflokkinum í Føroyum, ið var stovnaður við danskari hjálp og eftir donskum ynski.

Tað hevur verið lætt at verið javnaðarpolitikkari í Føroyum og veljari síðani 1948.

Umráðandi var bara at halda seg so tætt at tí danska javnaðarflokkinum sum til bar.

Hann hevði tað stóra orðið at siga í Danmark, treytirnar, sum javnaðarflokkurin í Føroyum, skuldi lúka, vóru bara ikki at ynskja nakað, sum gekk ímoti vilja danska javnaðarflokksins. Soleiðis vóru treytirnar og eru tað enn.

Men alt broytist, eisini tann danski javnaðarflokkurin, sum, hóast tú í politikki aldrin skal siga aldrin, í hvussu so er ikki í núverandi hami, kemur at hava tað stóra orðið at siga í donskum politikki.

Hin føroyski javnaðarflokkurin kann koma og sita eftir við svartaperi.

So góðu javnaðarfólk komi og syngi sangin hjá Hans Andriasi av fullum huga, tá skulu tit síggja.


»Ljós yvir landið saman-

hald kann gera,

tað gevur megi byrðarnar at

bera;

Birtið tí brandin fjálga upp

at loga.

Væl man hann duga!«


Romantikkur sigur onkur, men eisini hann er partur av lívinum og kann sum alt annað báði vera lívgandi og mergsúgvandi. Sanniliga skulu vit arbeiða, men lívið er meir enn matur.


Steinbjørn B. Jacobsen