Vilja hava stýrið upp í málið um Jón Brian Hvidtfeldt

Starvsfólkið á tíðindadeildini í Kringvarpinum vendir sær nú til formannin í Kringvarpsstýrinum, Rúna Heinesen. Í brævi til hansara skriva tey soleiðis:

»Starvsfólkið á tíðindadeildini í Kringvarpinum kennir seg nú noytt til at venda sær til stýrið viðvíkjandi støðuni á tíðindadeildini. Vit hava mótmælt ætlanini at siga tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum upp, og vit hava gjørt stjóran varugan við, at ætlaðu fíggjarligu karmarnir á tíðindadeldini komandi ár eru alt ov avmarkaðir. Vit meta snøgt sagt, at ætlaði karmurin er fakliga og menniskjanliga óforvarsligur. Men hóast vit hava gjørt okkara ítarsta fyri at finna eina semju við stjóran, so hevur tað ikki eydnast okkum.

Vit heita tí á kringvarpsstýrið um at fara upp í málið og biðja um ein fund við stýrisformannin skjótast gjørligt og í seinasta lagi hósdagin 14. januar klokkan 10.

Viðvíkjandi uppsagnarmálinum hjá Jón Briani Hvidtfeldt halda vit, at tað er undir alt lágmark at burturvísa tíðindaleiðaran uttan nakra haldgóða orsøk. Haraftrat vísa vit til samskiftið, vit hava havt við partarnar í málinum. Samskiftið er viðheft teldupostinum. Seinasta svarið, vit hava fingið frá stjóranum, dagfest 11. januar 2010 er ikki nøktandi. Vit tulka svarið sum eina greiða afturvísing av øllum okkara krøvum/ynskjum.

Støðan beint nú er tann, at tíðindadeildin fyri 2010 hevur fingið tillutað ein fíggjarkarm, sum vit meta vera alt ov trongan. Tá ið vit á fundi 6. januar spurdu stjóran, hvussu vit skuldu megna at røkja okkara public service skyldur innan fyri givna karmin, hevði hon einki svar.

Tí mugu vit staðfesta, at stjórin hevur ikki neyðugu førleikarnar at meta um, hvussu tíðindadeildin skal rekast á ein fakliga forsvarligan hátt og í samsvari við kringvarpslógina og fjølmiðlaábyrgdarlógina. Jón Brian Hvidtfeldt og tíðindadeildin eru samd um, at tað ber ikki til at halda verandi framleiðslu fyri tillutaða karmin. Stjórin er ósamd og sigur at tað ber til, men hon vil ikki siga okkum hvussu. Hetta er ein ótolandi støða og sýnir eina vanvirðing og vantandi vitan um okkara fak.

Tíðindadeildin hevur í dag sera trupult við at veita eina dygdargóða tænastu við tí orku og játtan vit hava. Vit eru tíðindafólk og ynskja at sleppa til arbeiðis, tá ið tingini henda. Seinastu tíðina hevur støðan tó verið tann, at vit eru ikki sloppin at lýsa týðandi samfelags- og altjóða hendingar á nøktandi hátt. Eitt nú kunnu fíggjarlógarviðgerðin, COP15 og málið um Skálaberg nevnast.

Vit stúra fyri, at ætlanin hjá stjóranum fer at gera støðuna enn verri og kann elva til, at starvsfólk fara at velja sær annað arbeiði, tí arbeiðsumstøðurnar verða ótolandi og fakliga óforsvarligar.«