Oddagrein·Ein háð ímóti føroyingum

Aftur hava verju- ella trygdarmyndugleikar í Danmark og í NATO lagt sektin á føroyingar og Føroya Landsstýri.

Í heili 16 ár søgdu danskir verjumyndugleikar einki við Føroya
Landsstýri um ætlanina at byggja eina nýggja eftirlitsskipan á
Loranstøðini á Eiði.

Og eftir at løgmansskrivstovan hevur ligið á upplýsingum og
fyrispurningum í næstan tvey ár, er málið sent uttanlandsnevndini. Hví
drálaði landsstýrið so leingi?

Tað ljóðar so óskyldugt at seta upp nakrar antennur - meistrar við
Eiðisvatn á Eiði. Men onkur tól skulu óivað vera aftan fyri hesar
antennur, hvar skul tey vera og hvør hevur ábyrgdina av teimum?

Og hvat er endamálið við hesi eftirlitsskipan, sum skal boða frá, tá
flogfør koma í førosykt loftrúm?

Spurningarnir eru nógvir og áhugaverdir, men men meiri spennandi er
tilmælið frá løgmansskrivstovuni ella uttanlandsdeildini.

Nú er ikki eydnast Sosialinum at fáa eitt eintak av teimum mongu
skjølunum. Men sambært útvarpinum, sum hevur fingið fatur á tilfarinum í
hesum máli, er tilmælið - um vit hava skilt tað rætt - at tað er torført
at siga nei til útbyggingina, tí siga vit nei, kann tað vera til ampa
fyri sjálvstýristilgongdina!

Tað síðsta føroyski almenningurin fekk at vita, var at ein ovasti í
byggitænastuni hjá donsku verjuni, helt at tað loysti seg ikki at brúka
tíð at kunna føroyskar myndugleikar, tí útbyggingin varð kanska av
ongum?

Hetta er einki annað enn at føroyskir myndugleikar eru háðaðir einaferð
afturat. Tað hevði ikki tikið so drúgva tíð at sent eitt skriv saman,
har landsstýrið varð kunnað um ætlanina, sum ivi kortini varð um.

Henda síðsta avdúkingin er aftur eitt dømi um, at hvørki danir ella
NATO-myndugleikar virða føroyingar og føroyskar myndugleikar tað
allarminsta.

Vit sóu í Svørtubók, hvussu lítið danskir og NATO-myndugleikar virdu
Føroya Landsstýri, tá NATO skuldi byggja støð í Føroyum í 50-árunum.
Bara sitandi løgmenn vórðu kunnaðir, og tað stóð upp til teir, um teir
kunnaðu landsstýrið.

Øll framferðin í hernaðarmálinum, sum tað tá varð allað, og framferðin í
samband við útbyggingarnar vísa, at Danmark og Føroyar eru ikki tvey
javnsett lond. Eitt krav má tí verða - líka mikið hvør fer at manna
landsstýrið - at føroyingar fáa allar upplýsingar um trygdar- og
verjupolitikk Danmarkar og NATO í Føroyum og at føroyingar fáa avgjørda
ávirkan á henda politikk!