Stór skomm fyri føroyingar

   

Nú vit er komin aftur av eini góðari ferð við Søkongen, vil eg her lýsa eitt sindur um túrin.
Vit flugu yvir til Narsarssuaq og sigldu so fyrst suður í móti Hvarvinun og fóru síðani í Kaphavnina, har sum útróðramenn høvdu hildið frá 1963 til 1966. Har sá ikki gott út. Tað var sárt at síggja, hvussu illa tað var gingið frá.
Nú skal eg ikki dylja, at eg var ein, sum róði út har í trý ár. Tað einasta, sum stóð nøkurlunda uppi, var íbúðarskúrurin hjá okkum.
Alt annað var »ruinir«. Oljutunnur og viður frá skúrunun fleyt um allar geilar.
Tað skal her sigast, at tá vit sóu at vit ikki fóru yvir aftur, kontaktaðu vit kontrollørin í Apilataq um, at vit ikki komu aftur við boðum um, at teir skuldu fáa tað, sum lá eftir har. Men tað sær ikki út, sum teir hava havt áhuga í tí.
Vit sigldu so ein rundtúr í Kaphavnini. Har var mestsum einki eftir. Ísurin var nokk farin við tí, sum var.
Vit fóru so at sigla norður yvir, og fyrsta havn var Borgshavn. Síðani Kangarsuk og so Ravnoynna.
Har vóru vit í báðum havnunun. Har var tað nakað serligt, at við á ferðini var ein dama, sum hevði verið har yviri sum 10 ár gomul við mammu síni, sum var kokkur.
So varð farið í Gretefjørðin, og vit endaðu í Føringahavnini.
Tað var tað sama alla staðni, har vit komu. »Ruinir« við oljutunnum og viði frá skúrum, sum lá og rakst um geilar.
Men Føringahavnin var tað ringasta. Onkur, sum var við, helt fyri, at hann vildi ikki verið komin har at síggja hvussu tað sær út. Tað er stór skomm fyri føroyingar at lata tað góða pláss fara so illa. Føringahavnin var kanska tann penasta og besta bygd í Grønlandi tá. Gamla Føringahavnin er øll smildrað sundur. Tey flottu hús har vóru. Vit vóru ein túr í Nuuk, og fóru so suður yvir aftur til Narssarsuaq, har vit komu heim við Atlantic Airways yvir Reykjavík.
Vit vilja her takka manningini á Søkongen fyri tann ógloymandi túrin og tað góða samhaldið, vit høvdu.
»Det værste, der kan ske, er at det er højvand«