Undan kommunulógini tá var drúgt orðaskifti. Summi hildu, at fimm kommunur vóru ov nógvar, onnur hildu, at tað vóru ov fáar. Men Innanríkisráðið helt at enda, at passaligt var við fimm kommunum og einar amtskommunu.
Henda skipan hevur so virkað í smá 30 ár. Men 30 ár er long tíð. Í hesi ár hevur staturin álagt kommunum nógv fleiri uppgávur. Umhvørvismál, eftirlit av ymiskum slag, sosialmál í stóran stíl umframt mangt annað.
Fyri tær smáu kommunurnar hava hesar uppgávurnar verið ógvuliga tyngjandi bæði tí, at ofta er trot á manning til at loysa hesar uppgávur á nóg høgum fakligum støði, men eisini tí, at tær eru kostbarar at loysa.
Tað vóru helst samfelagsligu broytingarnar við størri uppgávum til kommunurnar, sum fyrist í nítiárunum settu ferð á orðaskiftið um at gera alla oynna til eina kommunu.
Í mong av teimum fyrstu árunum vóru brogarstjórar og kommunupolitikararnir ímóti at tosa um at leggja kommunur saman. Gitast kann um, hví júst hesin partur av borgarunum vóru ímóti, men veruleikin er, at júst hesir borgararnir, sum eisini sita við fíggjarligari ábyrgd, hava broytt meining seianstu árini.
Nú er ongin teirra beinleiðis ímóti, og teir eru samdir um, at ein fólkaatkvøða skal vera 29. mai.
Tað er ikki heilt víst, at argumentini hjá teimum, sum vilja hava samanlegging, er orsøk til nýggju kósina. Meira hugsandi er, at fíggjarligir veruleikar í smáu kommunum hava havt størri ávirkan.
Tá ið eg fylgi við í orðaskiftinum á Bornholm, so kann eg ikki lata vera við at hugsa um tær mongu føroysku kommunurnar.
Munurin millum tær donsku og tær føroysku er helst, at í Føroyum tekur landið sær av mongum uppgávum, sum í Danmark liggja hjá kommunum ella amtskommunum.
Kortini er tað helst so, at summar av føroysku kommunurnar eru ov smáar, eisini til smærri kommunalar uppgávur, sum kortini krevja meira og meira fakligt.
Orðaskiftið um at leggja føroysku kommunurnar saman og lógararbeiðið er í gongd, havi eg skilt. Tað verður stuttligt at síggja, um samfall er í føroyska forarbeiðnum og ta frágreiðing, Kommunernes Landsforening hevur gjørt um Bornholm.
Fyri einstaka borgaran er tað als ikki vist, at alt verður betri, um kommunurnar verða størri. Tað verður longri millum borgaran og fyrisitingina og millum borgaran og politikaran. Frágreiðing um Bornholm vísir eisini, at ein skal ikki rokna við, at tað verður bíligari í skatti.
Hvat er so at vinna?
Jú, tað eru nøkur ting. Fyrst og fremst at tað skulu færri politkkarar til. Tað er kanska ikki ein fyrimnur fyri demokratiið, men tað ger kanska, at summar avgerðir verða tiknar á einum eitt sindur hægri støði.
Ein annar fyrimunur á Bornholm tykist vera, at myndugleikarnir fara at geva øllum borgarum eins viðgerð uttan mun til, hvar á oynni teir búgva.
At tað so eisini verður møguligt at gera eina tekniska fyrisiting í staðin fyri seks (fimm í kommunum og ein í amtskommununi), eina mentunnarfyrisiting, eina sosiala fyrisiting o.s.fr. eigur eisini at hækka fakliga støðið.
Tað er sjálvandi ikki lætt at taka dagar ímillum, hvat besta loysnin er, men her verður spennandi at síggja, hvussu loysnin verður, og hvat veljararnir siga 29. mai.
Ætlanin er, vísir fólkaatkvøðan ja, so verður vanligt kommunuval í november, og nýval til samlaða Oyggjaráðið næsta heyst. Og so verður Bornholm ein kommuna og ein fyristingarlig eind fra 1. januar 2003.









