Aaga N. Olsen, Trongisvági til minnis.

"Vinir vit vóru tey farnu ár,

vinir koma og fara,

ei sømist monnum at fella tár,

nú tynnist í vinarskarða"

20. februar í ár andaðist Aage N. Olsen. Hann varð 72 ára gamal.

Ikki gekst Aaga so væl barna og unglingaárini. 5 ára gamal misti hann pápan og 15 ára gamal misti hann móður sína.

Hann varð eftir hetta fostraður upp hjá Eliesar og Hansinu ið búðu oman fyri bedingina. Har hevði hann tað gott. Seinni fór hann í læru á bedingini sum handverkari. Fosturpápin Eliesar, kallaður Eliesar á bedingini, var meistari. Aage fekk eisini hetta tilnavn og varð aldri nevndur annað enn Aage á bedingini.

Undirritaði kom at kenna Aaga á ungum árum og fylgdust vit báðir tað verið seg á bedingina har pápar okkara starvaðust, ella í skúla á Tvøroyri. Eisini spældu vit saman á Trongisvágssandi. Tað var um hetta mundi at Trongisvágur hevði sítt egna fótfóltsfelag, nevnt TGB. Úr hesum felag fóru fleiri seinni til tað størra felagið TB at spæla.

Um tað mundi tá Aage fór í læru á bedingini fór eg til skips, men kortini hildu vit sambandið heilt til tað sísta. Tó skuldi tað vísa seg at vit báðir, í endanum á okkara arbeiðsføra lívið, skuldi vinna til dagsins uppihald hjá sama arbeiðsgevara.

Eftir at hava starvast í nøkur ár í Tórshavn, kom Aage suður aftur at starvast hjá Landsverkfrøðinginum. Hann tók starvið upp eftir Brattaberg sum formaður. Eg havi góð minnir frá hesi seinastu tíð okkara á arbeiðsmarknaðinum saman.

Í øllum lutum var Aage ein álitismaður, samvitskufullur og álítandi. Tað kom ongin afturumaftur, hvørki innan handverk, ella í formannsstarvi hansara. Seinastu árini var heilsan farin at bila, hetta nívdi.

Hóast ikki sama politiska lit, Aage var tjóðveldismaður og eg javnaðarmaður, so var ongantíð ilt okkara millum. Vit vóru vinir til tað seinasta.

Aage var giftur við Annu úr Porkeri. Tey eiga 3 børn: Egil, Anniku og Jan. Eisini eru abbabørnini fleiri. Tað gleddi sum rímuligt Aaga almikið, at børn hansara vóru væl undankomin, hetta og trivnaður teirra gekk hann upp í við lív og sál.

Til seinast fari eg at vísa tykkum, konu, børnum og abbabørnum mína samkendslu og lýsa frið yvir vinmann mín Aaga á bedingini í Trongisvágur.

Tordenskjold Bech