morgun, at tað ikki er vist, at oljuprísirnir beint fyri framman fara at økjast. - Stóra fallið í amerikanska dollaranum og bústaðarkreppan í USA kunnu gera, at prísirnir í fyrstu syfti fara at lækka. Hinvegin [...] framtíðini. Hann segði, at hóast spádómarnir hjá serfrøðingum eru ymiskir, eru hesir tó samdir um, at oljuprísirnir upp á longri sikt fara at økjast – og økjast nógv. Orsøkin er, at oljuframleiðslan í heiminum [...] millum serfrøðingar um, at “trendi” í tíðini, sum kemur, er, at vit fara at fáa nógv hækkandi olju-og bensinprísir. - Eitt, sum kann henda, tá oljan gerst ovurhonds dýr, er, at eftirspurningurin kann
møguleika at luttaka við fleiri tiltøk, soleiðis at kirkjuráðslimirnir betur kunnu skilja, hvat hvør einstakur teirra stendur fyri. - Tá tey læra okkum betri at kenna, verður lættari hjá teimum at taka avgerð [...] Jógvani, varð hann ikki valdur til bisp. Lógin tilskilar nevniliga, at eitt valevni skal hava meiri enn helmingin av atkvøðunum fyri at verða valdur í fyrsta umfari. Jógvan fekk nærum eins nógvar atkvøður [...] tilsamans, men hetta varð kortini ikki nóg mikið at verða valdur. Neyðugt er tí við einum umvali, og verður tað avgreitt í hesum mánaðinum, soleiðis at nýggi bispurin kann verða vígdur við hátíðargudstænastu
Magnussen, borgarstjóri í Miðvági, sigur, at niðurstøðan á felagsfundinum var, at í fyrstu atløgu er tað rætt, at borgarin í Vágum sleppur at siga sína hugsan um at leggja kommunurnar saman. Sostatt skulu [...] mest ivasamir Sjálvur metir Napolion Magnussen, at meirluti er í Miðvági fyri at leggja saman og hann metir eisini, at í Sandavági er stórur meiriluti fyri at leggja kommunurnar saman. Størsta ivamálið eru [...] Nú er ætlanin at vágafólk skulu sleppa at siga sína hugsan um at leggja alla oynna saman í eina kommunu. Tað er greitt eftir ein fund í felags kommununi í Vágum týskvøldið. Á fundinum, har umboð fyri tær
fast. Fíggjarmálaráðharrin, Magni Laksáfoss hevur sagt at búskapurin er ov heitur í løtuni til at gera Sandoyartunnilin, og at tað vísir seg, at tunnilsgerðir bara gerast bíligari við árunum. Hesum vil [...] vera teirra millum um, at uttan ein tunnil so fer Sandoyggin at doyggja út. - Tunnilin er ein avgerandi treyt fyri framtíðini hjá okkum. Men vit mugu somuleiðis minnast til, at tunnilin verður ikki bara [...] gagns fyri okkum. - Fólk norðanfjørðs fara at kunna búseta seg her, ístaðin fyri í Havn. So sleppa tey burtur hagani, tí eg rokni heldur ikki við at Havnin klárar at taka ímóti øllum hesum fólkunum, staðfestir
aftur er í starvi hjá Krás í Hósvík, er lítið at ivast í, at maðurin veit, hvat hann tosar um. - Tað, sum ger meg mest vónbrotnan í øllum hesum virksemi, er, at tær almennu Føroyar ikki taka nakra avgerð [...] - Á MBM-Kjøti noyddust vit at gera miljóna íløgur fyri at kunna drepa kríatúr og pakka kjøt undir skipaðum og góðkendum viðurskiftum, samstundis sum onkur annar bóndi slapp at selja sínar vørur undir liðini [...] fólk aftrat sær, men tá ið mest hevur verið at gjørt, sum í síðstu viku, vóru tey fýra aftrat Albergi sjálvum. Alberg er útbúgvin slaktari. Hann byrjaði at læra hjá Eysturoyar Heilsølu, men endaði læruna
tosið at gera ein flogvøll á Glyvursnesi Hans Hansen sigur við Norðlýsið, at um ætlanin er at brúka tvær mia. krónur til ein flogvøll á Glyvursnesi og at niðurleggja vøllin í Vágum, so er ilt at fáa eyga [...] og tí haldi eg, at landsmyndugleikarnir heldur eiga av álvara at fara undir fyrireikingar til ein flogvøll í Søltuvík á Sandoynni, sigur Hans Hansen. Hann sigur, at tað ber væl til at hava tveir vøllir [...] vallirnar. -Veruleikin er, at ein flogvøllur á Glyvursnesi kemur at kosta samfelagnum milliardir av krónum, meðan minst líka góð tænasta fæst fyri munandi minni pening við at útbyggja flogvøllin í Vágum
Stjórin í Sirri sigur, at tvey fólk, sum starvast á virkinum í Portugál, koma til Føroya at standa fyri móttøkuni. At fólk koma heim at stranda fyri hesum, er fyri at tryggja, at skinnini, sum keypt verða [...] verða, eru í lagi. - Vit fara at keypa úr øllum landinum, og seinni fara vit at kunna um, hvussu sjálv móttøkan verður skipað. Árni sigur, at felagið hevur gjørt av at lata 20 krónur fyri hvørt skinnið afturfyri [...] skinnini skulu hagreiðast. Vanligt er at siga, at eini trý kilo av salti fara til hvørt skinnið. Men hetta nýtist ikki at vera nýtt og óbrúkt salt. Tað ber væl til at salta við brúktum salti, sum fellir
í Skotlandi, og møguliga kundu heilsustarvsfólk úr Skotlandi havt áhuga at starvast í Føroyum. Ætlanin er í næstum at royna at søkja eftir heilsustarvsfólki úr Skotlandi. Sum heild var ferðin til Skotland [...] verður um, at ein so stórur partur av heilsutænastunum, sum verða veittar føroyingum, verða keyptar uttanlands, heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Heilsutænastan verður veitt, antin við at sjúklingar [...] verða sendir av landinum, ella við at heilsustarvsfólk koma til Føroyar. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður var í døgunum 16. og 17. oktober á vitjan í Skotlandi fyri at kanna møguleikarnar fyri samstarvi
hann frídømdur í Føroya rætti, tí sambært rættinum var tað ikki prógvað, at hann var sekur. Nú hevur ákæruvaldið so gjørt av, at tað fer ikki víðari við málinum, og sostatt er maðurin endaliga frídømdur [...] Ein maður, sum varð ákærdur fyri at hava stungið ein annan mann á Tvøroyri, er nú endaliga frídømdur Maðurin varð tikin á Tvøroyri tíðliga um morgunin tann 4.august, og dagin eftir varð hann varðhalds [...] longd tvær ferðir, og nú kann er frídømdur, kann maðurin søkja um endurgjald úr statskassanum fyri at hava verið varðhaldsfongslaður av órøttum.
ikki at leggja okkum eftir at fáa so nógv ferðafólk higar sum gjørligt. Heldur eiga vit at dyrgja eftir teimum, ið kunnu hugsast at hava áhuga í okkara náttúru og mentan - og sum vilja gjalda fyri at uppliva [...] síni niðurstøðu, at Føroyar eiga at satsa upp á vistferðavinnu. - Men neyðugt er, at vit skipa okkum, og her mugu vinna og myndugleikar samstarva og gera neyðugar fyrireikingar, soleiðis at karmarnir eru [...] - Mín niðurstøða er, at tað er skilagott fyri eitt land sum Føroyar at satsa upp á vistferðavinnu. Men neyðugt er, at vit skipa okkum, og her mugu vinna og myndugleikar samstarva og gera neyðugar fyrireikingar