Fólkaatkvøða í Vágum um at leggja kommunur saman

Nú er ætlanin at hava fólkaatkvøðu í Vágum um at leggja alla oynna í eina kommunu.

Nú er ætlanin at vágafólk skulu sleppa at siga sína hugsan um at leggja alla oynna saman í eina kommunu.

Tað er greitt eftir ein fund í felags kommununi í Vágum týskvøldið.

Á fundinum, har umboð fyri tær tríggjar kommunurnar í Vágum vórðu umboðað, varð spurningurin um kommunusamanlegging á skránni.

Napolion Magnussen, borgarstjóri í Miðvági, sigur, at niðurstøðan á felagsfundinum var, at í fyrstu atløgu er tað rætt, at borgarin í Vágum sleppur at siga sína hugsan um at leggja kommunurnar saman.

Sostatt skulu tey trý bygdaráðini í Vágum nú taka støðu til, um fólkið í teirra kommunu skulu vera við í eini fólkaatkvøðu um samanlegging.

Tá ið tey ymsum bygdaráðini hava tikið støðu til spurningin , skulu tær kommunurnar, sum vera við í fólkaatkvøðuni, leggja atkvøðugreiðsluna til rættis.

Í hesum sambandi skal skipast fyri borgarafundum í teimum ymsu kommununum og kunningartilfar skal gerast, so at borgarin er væl brynjaður, tá ið hann skal seta krossin.

Napolion Magnussen sigur, at ætlanin er at fólkaatkvøðan um samanlegging skal vera samstundis sum løgtingsvalið er.

- Tá ið skulu fólk á val kortini og hava vit eina fólkaatkvøðu um samanlegging samstundis, sum tey skulu velja til Løgtingið, hava vit besta møguleikan at fáa eina høga valluttøku og sostatt eisini eitt haldgott barometur fyri, hvat vágafólk halda um at leggja kommunurnar saman, sigur hann.

Hann tekur eisini fyri givið, at kommunurnar virða úrslitið av fólkaatkvøðuni.



Sørvingar mest ivasamir

Sjálvur metir Napolion Magnussen, at meirluti er í Miðvági fyri at leggja saman og hann metir eisini, at í Sandavági er stórur meiriluti fyri at leggja kommunurnar saman.

Størsta ivamálið eru sørvingar, har Napolion Magnussen hevur varhugan av, at mótstøðan ímóti samanlegging hevur verið størstur.

Men vilja sørvingar ikki vera við, eru góð útlit fyri, at Sandavágur og Miðvágur leggja saman kortini.

- Eg leingi hildið, at tað einasta, sum skilir Sandavág og Miðvág, er ein strika í kortinum, sum vísur, hvar kommunumarkið er. Vit hava felags skúla, felags sløkkilið, felags bátahyl, felags Havn og tey í Sandavági fáa vatn úr Miðvági, so vit hava so nógv í felag frammanundan.

Hann vísir á, at í Vágum er so stutt ímillum bygdirnar, ongin spyr longur eftir, hvar ein býr ella, hvar ein arbeiðir. Tí eru markini ímillum bygdirnar kámað burtur, har tað fyrr enntá vóru tvídráttir ímillum býlingarnar í teimum ymsu bygdunum. Tað sigur kanska eitt sindur um, hvussu stórur tvídrátturin var ímillum bygdirnar sjálvar, men tað er at kalla heilt burtur í dag.

- Einasti tvídráttur, eg dugi at síggja í Vágum nú, er í ítróttinum, sigur Napolion Magnussen, men tað er ein søga, hann ikki vil útgreinað nærri.


Ongir tvídráttir

Sjálvur er hann heitur talsmaður fyri at leggja kommunurnar í Vágum saman og í hansara verð er ongin ivi um, at samanlegging er tað einasta rætta.

- Eg ivist ikki í, at vit standa nógv sterkari saman í einari kommunu, eisini um tað bara vera Miðvágur og Sandavágur, sum leggja saman og sørvingar verða uttanfyri.

Hann sigur, at sum støðan er nú, kappast tær tríggjar kommunurnar í Vágum ímóti hvørjari aðrari og tað kostar bæði pening og orku.

- Tað er bara tann nakni veruleikin, leggur hann afturat.

- Ístaðin fyri eiga vit at síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at vit eru upp ímóti størri kreftum, sum eiga at standa saman ímóti.

- Tað verður kravt ómetaliga nógv av eini kommunu í dag, helst fyrisitingarliga og tí er neyðugt við eini fyrisiting, sum er so umfatandi, at tú skalt hava eina stóra kommunu fyri at hava ráð til eina nøktandi fyrisiting. Sostatt er tað ov dýrt hjá smærru kommununum, tí tær verða alla tíðina, hvør sær, noyddar at keypa sær serfrøði uttaneftir, sigur Napolion Magnussen.

Hann leggur afturat, at verður meiriluti fyri at leggja saman, liggur í kortunum, at tað skal vera frá næsta kommunuvali seinast í 2008.