Skopun: Í góðveðrinum hósdagin í farnu viku var Torbjørn farin oman á havnarlagið at mála bátin.
Saman við honum stóðu aðrir skopuningar og prátaðu. Eitt av evnum teirra henda dagin var uttan iva Sandoyartunnilin.
Hóast teir neyvan eru samdir á øllum økjum, man full semja kortini vera teirra millum um, at uttan ein tunnil so fer Sandoyggin at doyggja út.
- Tunnilin er ein avgerandi treyt fyri framtíðini hjá okkum. Men vit mugu somuleiðis minnast til, at tunnilin verður ikki bara til gagns fyri okkum.
- Fólk norðanfjørðs fara at kunna búseta seg her, ístaðin fyri í Havn. So sleppa tey burtur hagani, tí eg rokni heldur ikki við at Havnin klárar at taka ímóti øllum hesum fólkunum, staðfestir Torbjørn.
Hann fekk eisini høvið at seta fram sjónarmið síni á røttum staði: Saman við Sosialinum var nevniliga fíggjarmálaráðharrin, Magni Laksáfoss.
Hann hevur av sonnum skapt øsing í Sandoynni við útsøgn síni um, at Sandoyartunnilin eigur at bíða í nøkur ár.
Eingin orsøk at bíða
Torbjørn hevur sum vera man fylgt væl við orðaskiftinum og kjakinum manna millum um Sandoyartunnilin.
Enn er eingin avgerð tikin um, hvørt hann kemur ella nær hann kemur. Men fyri henda skopuningin og alt oyggjarfólk hansara er støðan púra greið:
- Vit vilja hava ein tunnil, soleiðis at okkara oyggj kann verða bundin saman við hinar oyggjarnar.
- Fyri mær er hetta einki minni enn ein sjálvfylgja. Tað er eingin orsøk at bíða við hesum tunlinum!, slær Torbjørn fast.
Fíggjarmálaráðharrin, Magni Laksáfoss hevur sagt at búskapurin er ov heitur í løtuni til at gera Sandoyartunnilin, og at tað vísir seg, at tunnilsgerðir bara gerast bíligari við árunum.
Hesum vil Torbjørn ikki vísa aftur, tí sum hann sigur: - Hatta kann eg sjálvandi einki siga um, tí Magni er sjálvandi betri lærdur enn eg!
Hann er kortini sannførdur um, at fólkið í oynni hevur illa ráð at bíða í so langa tíð.
- Eg skilji ikki heilt, hví tað skal vera neyðugt at bíða við júst hesi íløguni. Tunnilin má koma NÚ!
Samband norður - og suður
Í Sosialinum í gjár segði Eyðun Viderø á Sandi, at Sandoyartunnilin er ein spurningur um lív ella deyð fyri Sandoynna.
Hesum er Torbjørn púra samdur við honum í. Hetta er eitt avgerðandi mál fyri fólkið og framtíð tess í oynni.
- Skal fólkið trívast í oynni, so er tunnilin um Skopunarfjørð sera týdningarmikil, sigur Torbjørn.
Men hann heldur ikki at ein eigur at steðga her:
- Tað næsta er sjálvandi tað, at vit fáa samband við Suðuroynna, og tey við okkum!
Fólk kann flyta av oynni
Ivasamt er í hesi løtu, hvussu verður við ætlaða Sandoyartunlinum.
Á politiskum stigi verður arbeitt við málinum, og í næstu viku kemur eitt uppskot til viðgerðar um at fara undir henda tunnilin. Eftir hesum uppskoti kann koyrandi verða undir Skopunarfjørð longu í 2013.
- Tað skilabesta hevði verið, at farið undir Sandoyartunnilin í somu løtu sum Norðoyatunnilin var liðugur. Maskinurnar skuldu komið higar suður beinanvegin.
- Tað hevði verið tað einasta rætta, slær hann fast.
Hann er tí ikki eina løtu í iva um avleiðingarnar tað fær, um tunnilin ikki gerst veruleiki rættiliga skjótt:
- Endin verður bara tann, at fólkið flytur av oynni. Og tað má ikki henda, sigur Torbjørn.
Norður búseting í Skopun
Torbjørn Jacobsen sær fyri sær mangar fyrimunir við einum tunli til meginøkið.
Hetta verður ein stórur fyrimunur fyri sandoyingar, men eisini fyri onnur heldur hann:
- Bæði eysturoyingar og fólk í Streymoy fara at fáa gagn av hesum.
Eitt dømi um hetta er samrøðan, sum vit høvdu fyrr í vikuni við eini hjúni - hann úr Skopun og hon úr Søldarfirði - sum høvdu bygt sær egin hús í nýggju útstykkingini í Skopun.
Torbjørn er vitandi um, at onnur fólk - eisini norðanfjørðs - hava fingið sær grundøki í Sandoynni.
- Far bara norður í bygdina, so síggja tit, hvat hendir. Fólk ætla at byggja her, uppá tað at tunnilin kemur!