- Vit hava gjørt avtalu við eitt virki í Portugál um at garva skinnini fyri okkum, og tí kunnu vit nú bjóða okkum at keypa føroysk seyðaskinn, sum annars høvdu endað í brenniovnunum, sigur Árni Brattaberg, stjóri í Sirri Nú nøkur fjøll eru gingin, og onnur standa fyri, røktist einki fyri, at nakar bjóðaði seg fram at keypa seyðaskinn í ár. Um eingin keypari meldaði seg, endaðu øll skinnini á brennistøðunum í Havn og Leirvík.
Men soleiðis verður ikki kortini.
Í dag kann Portalurin ?avdúka?, at ein keypari verður til øll væl hagreidd og saltað seyðaskinn, sum koma frá flettingini í heyst.
Árni Brattaberg, stjóri í Sirri, sigur, at fólk, sum hava seyð at fletta, hava heitt á hann um at finna onkran møguleika fyri skinnunum.
- Vit hava nógv sambond kring um heimin, og nú hava vit gjørt avtalu við eitt virki í Portugál, sum garvar skinn.
Hann vísir á, at lítið og einki fæst fyri saltaði seyðaskinn í útlandinum, og tí er neyðugt at gera meira við tey, áðrenn tey kunnu seljast fyri nakað serligt.
Skipanin verður hon, at virkið í Portugál nú fer at garva skinnini fyri Sirri, sum síðan selir tey aftur til aðrar keyparar.
Árni sigur, at felagið nú fer at leita upp marknaðir fyri garvaðu skinnunum.
- Seyðaskinnini skulu verða íligin, áðrenn vit taka ímóti teimum, og tí verður móttøkan helst í viku 47 ? ella umleið 20. november.
Stjórin í Sirri sigur, at tvey fólk, sum starvast á virkinum í Portugál, koma til Føroya at standa fyri móttøkuni. At fólk koma heim at stranda fyri hesum, er fyri at tryggja, at skinnini, sum keypt verða, eru í lagi.
- Vit fara at keypa úr øllum landinum, og seinni fara vit at kunna um, hvussu sjálv móttøkan verður skipað.
Árni sigur, at felagið hevur gjørt av at lata 20 krónur fyri hvørt skinnið afturfyri Sirri-vørur, og tá fólk vilja hava pengarnar út, fáa tey 10 krónur fyri hvørt skinnið, ið er væl hagreitt.
- Tey, sum fletta, vita, hvussu skinnini skulu hagreiðast. Vanligt er at siga, at eini trý kilo av salti fara til hvørt skinnið. Men hetta nýtist ikki at vera nýtt og óbrúkt salt. Tað ber væl til at salta við brúktum salti, sum fellir frá á fiskavirkjunum, sigur Árni Brattaberg, stjóri í Sirri.