Vantaði seks atkvøður at gerast bispur

Spenningurin var sera stórur, tá atkvøðurnar frá kirkjuráðslimum og prestum vórðu taldar upp í gjár. Tá samanum kom, hevði Jógvan Fríðriksson fingið nærum helvtina av atkvøðunum - 190!

Vesturkirkjan: Hóast nærum helvtin av øllum prestum og kirkjuráðslimum atkvøddu fyri Jógvani, varð hann ikki valdur til bisp.

Lógin tilskilar nevniliga, at eitt valevni skal hava meiri enn helmingin av atkvøðunum fyri at verða valdur í fyrsta umfari.

Jógvan fekk nærum eins nógvar atkvøður og øll hini fýra valevnini tilsamans, men hetta varð kortini ikki nóg mikið at verða valdur.

Neyðugt er tí við einum umvali, og verður tað avgreitt í hesum mánaðinum, soleiðis at nýggi bispurin kann verða vígdur við hátíðargudstænastu 25. november. 


Úrslitið av valinum var annars hetta:

Jógvan Fríðriksson 190 atkvøður,

Jákup Reinert Hansen 72 atkvøður,

Bergur Debes Joensen 49 atkvøður,

Marjun Bæk 45 atkvøður,

Uni Næs 35 atkvøður. 


Umvalið verður millum teir báðar sum fingu flestar atkvøður - Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen.





Gott við orðaskifti millum okkum báðar


- Tað er ikki so lætt at fáa eitt orðaskifti í lag millum fimm valevni. Nú verða vit bert tveir, og tá skuldi borið betri til at fingið eitt gott orðaskifti millum okkum báðar, sigur Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur á Sand og valevni til bisp.



Sjálvur vóru hann, Jógvan Fríðriksson og hini trý valevnini á fleiri fundum og greiddu frá sínum sjónarmiðum í sambandi við bispavalið.

Nú, ið umval verður, fáa hann og Jógvan vónandi møguleika at luttaka við fleiri tiltøk, soleiðis at kirkjuráðslimirnir betur kunnu skilja, hvat hvør einstakur teirra stendur fyri.

- Tá tey læra okkum betri at kenna, verður lættari hjá teimum at taka avgerð um, hvør skal verða bispur í føroysku kirkjuni, sigur Jákup í stuttari viðmerking.

Onkur hevur nevnt, at um Jákup tók seg aftur sum valevni, so varð ikki neyðugt við umvali. Men her er lógin púra greið: Umval skal vera, og hetta vóru valevnini eisini greið yvir frammanundan.

Um hann tók seg aftur, so varð valið millum nr. 1 og nr. 3. Tað vil aftur siga, at skuldi einki umval vera, máttu øll tey fýra valevnini taka seg aftur.