Skilagott at gera eyka flogvøll í Søltuvík

Hans Hansen, fyrrverandi flogskipari, heldur lítið um tosið at gera ein flogvøll á Glyvursnesi Hans Hansen sigur við Norðlýsið, at um ætlanin er at brúka tvær mia. krónur til ein flogvøll á Glyvursnesi og at niðurleggja vøllin í Vágum, so er ilt at fáa eyga á nakað framstig.

-Hinvegin er tað altíð smart við einum alternativum flogvølli, og tí haldi eg, at landsmyndugleikarnir heldur eiga av álvara at fara undir fyrireikingar til ein flogvøll í Søltuvík á Sandoynni, sigur Hans Hansen.

Hann sigur, at tað ber væl til at hava tveir vøllir, ein í Vágum og ein í Søltuvík, tí tá tunnil kemur undir Skopunarfjørð, kann sama fólkið reka báðar vallirnar.

-Veruleikin er, at ein flogvøllur á Glyvursnesi kemur at kosta samfelagnum milliardir av krónum, meðan minst líka góð tænasta fæst fyri munandi minni pening við at útbyggja flogvøllin í Vágum, sigur Hans Hansen.